Í amerikanskum fótbólti er quarterbakkurin í høvuðsheitinum á tí mest umráðandi plássinum. Tá eitt spæl verður sett í gongd, er tað so at siga altíð hann, sum fær bóltin í hendurnar fyrst. Tað finnast ymsar typur av quarterbakkum. Teir eru mest kendir fyri at kasta, men nógvir hava eisini ógvuliga góðar eginleikar at renna við bóltinum.
42-ára gamli Tom Brady er ein av teimum allarbestu nakrantíð á plássinum. Hann hevur vunnið mest: Heili 6 Super Bowl’s. Hann er leiðarin, og hevur í hesari øldini skrætt nógvar verjur sundur við sínum skili neyvu køstum. Men á sínari yrkisleið, sum hevur vart í 20 kappingarár, hevur Brady ikki runnið fyri meira enn júst omanfyri 1.000 yards. Í nátt kom 22-ára gamli Lamar Jackson, ið spælir á øðrum ári uppá 1.103 yards – fyri kappingarárið. Samanlagt nærkast hann 2.000 í NFL, og hann hevur í ár veruliga gjørt vart við seg. Metið fyri flest yards hjá einum quarterbakki setti Micheal Vick í 2004 (1.039 yards). Lamar Jackson hevur runnið mest og hevur kastað flest touchdowns: 33 í 14 dystum.
Hann er ikki lættur at steðga - nummar 8 hjá Baltimore Ravens (Mynd: EPA)
Nógv spurnartekin vóru sett við unga mannin; millum annað um hann var nóg sterkur í kastispælinum til at vera ein quarterbakkur í NFL. Hann hevur so sanniliga prógvað seg, og í nátt vunnu Ravens níggjunda sigurin á rað við stórsigrisigri á New York Jets í Baltimore, har Lamar kastaði fimm touchdowns. Ravnarnir liggja í løtuni til at hava frí í fyrsta umfarinum í endaspælinum og heimavøll í sínum endaspælsdysti/dystum. Í farna mánaði settu Jackson og Ravens Super Bowl-meistararnar Patriots uppá pláss, og skulu royna at taka ræðið frá teimum í AFC, har ein av Super Bowl-liðunum kemur frá. Brady og co. hava vunnið AFC seinastu trý árini og fýra útav teimum seinastu fimm.
Brady er ein av teimum heilt stóri í søguni - nú er hann av álvara farin at eldast, men hann og Patriots kunnu í januar leggja kílar í vegin hjá Lamar Jackson og co. (Mynd: EPA)
Dysturin í nátt var tann fyrsti í triðseinasta umfari, og spenningurin er framvegis stórur um fleiri playoff-pláss. 12 lið røkka endaspælinum: 6 úr AFC og 6 úr NFC. 32 lið eru tilsamans – 16 í hvør sínari “deild”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald