Hondbóltur

Eingir áskoðarar til kvinnulandsdystirnar

Eingir áskoðarar verða til undanundankappingar-dystirnar hjá kvinnunum í Høllini á Hálsi um vikuskiftið. Ta avgerðina hevur Hondbóltssambandið avgjørt í kvøld.

Tað verður uttan áskoðarar tá Tóra Eliasen og hinar á føroyska kvinnulandsliðnum skulu spæla móti Finnlandi og Ísrael um vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður uttan áskoðarar tá Tóra Eliasen og hinar á føroyska kvinnulandsliðnum skulu spæla móti Finnlandi og Ísrael um vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-03 22:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at tilmælini frá myndugleikunum vóru broytt í dag, hevur HSF tikið avgerð um, at eingir áskoðarar kunnu vera til kvinnulandsdystirnar um vikuskiftið.

Fleiri tiltøk eru avlýst í dag eftir at mynugleikarnir hava boðað frá, at tamarhald ikki er á koronu í løtuni. Eitt nú mentanarnáttin í Havn, Norðoyastevnan og stóra Tórshavn Marathon-kappingin, sum skuldi vera sunnudagin.

HSF sigur tó, at allir tríggir dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo. Kringvarpið stroymir dystin fríggjakvøldið og vísir dystin sunnudagin í sjónvarpinum.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar – Finnland
Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland – Ísrael
Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar – Ísrael

Sí eisini video:
Lív S. Poulsen: Vónirnar eru góðar

Maria Halsdóttir Weyhe: Stóran týdning at vinna um vikuskiftið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder