Einki er avgjørt undan dystinum í morgin millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Ísrael.
Finnland vann í dag 28-24 á Ísrael. Hetta merkir, at enn kunnu øll liðini koma víðari úr bólkinum.
Føroyar hevur nokk við javnleiki, men tapa Føroyar, verður roknað eftir innanhýsis málmuni millum øll trý liðini. Vinnarin av bólkinum fær pláss í EM-undankappingini í bólki saman við Danmark, Rumenia og Eysturríki.
Føroyar og Ísrael spæla klokkan 16 í morgin, sunnudagin, í Høllini á Hálsi.
Dysturin er uttan áskoðarar, men Kringvarpið sendir dystin í sjónvarpinum umframt, at FM1 eisini útvarpar frá dystinum.
Sí eisini:
Marianna Geirsdóttir Eystberg: Lorta fyrri hálvleikur men vit koma sterkt aftur og vinna
Annika Fríðheim Petersen: Hetta gevur men vit eru ikki víðari enn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald