Fótbóltur

Einki drama um dystin við Djúpumýru: Lettisku meistararnir eru lendir

Leiguflogfarið hjá Baltic Air setti seg fyri lítlari løtu síðani í Vágum. KÍ og Riga FC spæla hóskvøldið klokkan 18.30 fyrra dystin um pláss í deildarspæli.

Her sæst flogfarið, sum fyri løtu síðani er komið úr Lettlandi (Mynd: fae.fo)

Her sæst flogfarið, sum fyri løtu síðani er komið úr Lettlandi (Mynd: fae.fo)

2026-08-19 10:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjr ferðir í summar hava evropeisk mótstøðulið hjá føroysku liðunum havt avbjóðingar við mjørka og øðrum, tá tey eftir ætlan skuldu lenda í Vágum við leiguflogfari dagin fyri dyst.

Tað fór veruliga av sporinum í síðstu viku, tá Lech Poznan fekk Europa League-dystin móti KÍ fluttan til fríggjakvøld, hóast póllendingar lendu hósdag.

Hesaferð verða ikki líknandi ikki avbjóðingar hjá KÍ, sum hósdagin skal taka ímóti Riga FC í fyrra Conference League-røkkstøkkdystinum.

Sí eisini: KÍ kann aftur spæla evropeiskan dyst í Klaksvík

Tí fyri lítlari løtu síðani, klokkan 10.32, lendi leiguflogfarið hjá Baltic Air. 

[object Object]Einki Flight Radar-drama hesaferð: Riga FC er í landinum (Mynd: flightradar24.com)

[object Object]

[object Object]Spælarar hjá Riga FC fara umborð á flogvøllinum í Lettlandi í morgun (Mynd :Riga FC)

Teir hjá Riga FC fóru úr lettiska høvuðsstaðnum tíðliga fyrrapartin og skulu nú fyrireika seg til ógvuliga týðandi dystin móti føroyameistarunum.

Samanlagdi vinnarin fer í deildarspælið í Conference League. Fyrri dysturin verður spældur við Djúpumýru klokkan 18.30 í morgin.

FM1 sigur frá dystinum og til ber at fylgja gongdini og síggja nógv tilfar á Portalinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder