Føroya Fimleikasamband hevur valt at fylgja tilmælinum frá heilsumynduleikunum og avlýsir tískil árliga fimleikagalla, sum skuldi verið tann 6. juni í Dansifrøi.
- Vit eru sjálvandi hørm um, at fimleikaáhugaði ikki samalt undir sama taki og heira teir bestu fimleikarar vit eiga í Føroyum, sigur Sasho Bjartsson, sum er ein av stigtakarunum av tiltakinum.
Í 2014 tóku Gunn Hermansen, forkvinna í Føroya Fimleikasamband og Sasho Bjartsson stig at gera eitt kvøld, har fimleikarar eru í fokus. Seks galla hava verið í alt og eru vit sera fegin um, at feløg og virkir hava víst áhugað at stuðla tiltakinum, soleiðis Føroya Fimleikasamband kann heiðra fimleikarar og fimleikaáhugaði ár eftir ár, sigur Gunn Hermansen.
Føroya Fimleikasamband leggur afturat, at tey gleða seg at savna fimleikarar, undir sama taki, til komandi fimleikagalla, sum verður á sumri 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald