Annað

Eiri rann seg ikki víðari

Var fýra hundraðpartar av sekundi frá sínum egna meti.

2023-08-07 18:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eydnaðist ikki 100 metra rennaranum Eira Glerfoss at renna seg víðari í EM kappingini fyri ungdóm í frælsum ítróttum, sum verður hildin í Jerusalem í hesum døgum.

Eiri rann innleiðandi riðil í dag, og gjørdist nummar seks í sínum riðli við tíðini 10,62 sekund.

Hetta er bert 4 hundraðpartar frá egnum føroyskum meti, og verður mett sum góðtikið, hóast hann ikki rakk hálvfinalunum. Tí hetta er bert onnur kappingin í eitt heilt ár, har Eiri hevur kunnað kappast á hundrað metrum vegna skaðar.

So í ljósinum av tí, er tað sera jaligt, at hann nú stabilt rennur umleið 10,60 sekund og framhaldandi kann venja og kappast, verður sagt frá sambandinum fyri frælsa ítrótt.

Eiri hevur eina upptávu eftir í EM-kappingini í Ísrael. Tað er 4 ferðir 100 metrar hósdagin, har Jónas G. Isaksen rennur annan túrin og Eiri triðja túrin á danska liðnum.

Næsta persónliga kapping hjá Eira verður í Hvidovre fyrsta vikuskifti í september til danska ungdóms meistaraskapið (DMU). Hann hevur enn ikki gjørt av í hvørjum av hansara fýra yndisgreinum hann fer at luttaka í - 100 m, 200 m, longdarlopi og 100 m rimarenning. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder