Tað hevur ikki gingið heilt eftir ætlan hjá Torkil Veyhe og danska súkkluliði hansara, Riwal Readynez, í stóru kappingini Tour of Norway, sum byrjaði týsdagin og endar í morgin.
Sjálvur er Torkil mistur langt afturút í samlaðu kappingini, men tað hevur verið tí, at raðfestingin hjá honum hevur verið at hjálpt liðfeløgunum, serliga evnaríka Alexander Kamp, sum fekk eitt sera gott úrslit í hesi kappingini í fjør.
Men hetta stríðið hevur higartil verið til fánýtis. Á fyrsta degnum datt Kamp stutt fyri málið. Hann misti ikki tíð í samlaðu støðuni, men hevur verið darvaður, og í gjár gekk ikki meira, hann misti yvir sjey minuttir til teir fremstu.
Og dagin eftir var tað Torkilsa túrur at detta. Hann megnaði at stríða seg á mál, meira enn 12 minuttir eftir tann fremsta, og síðan hevur hann eisini verið darvaður í sínum royndum.
- Eg eri enn eymur í kroppinum. Ein brúkar nógva orku fyri at koma fyri seg aftur eftir ein slíkan døtt. Eg havi ikki havt tað stóra yvirskotið til at gera so nógv annað, enn bara at koma ígjøgnum teinin, sigur Torkil Veihe í dag.
Kortini hevur hann vónir um at fáa okkurt gott burturúr. Riwal liðið hevur bert ein súkklara eftir har frammi í samlaðu støðuni, svenska meistaran Lucas Ericsson. Hann hevur framvegis ein møguleika, men sambært Torkili eru teir báðir seinastu teinarnir ikki so væl egnaðir til hann, so tað verður ringt at fáa eina topp-plasering.
Lucas Ericsson (í svenskari meistaratroyggju) er einasti á Riwal liðnum, sum framvegis kann gera seg galdandi í samlaðu kappingini í Tour of Norway
Riwal liðið fekk tó eitt plástur á sárið í gjár, tá tað eydnaðist Rasmus Quaade at koma á mál áðrenn tann stóra hópin. Hann var við í einum útbroti, sum megnaði at halda sær heilt fram til málstrikuna. Riwal-súkklarin gjørdist nummar fýra, men bert sjey sekund framman fyri hópin, sum kom spurtandi inn beint í hølunum.
Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe hevur ligið í aftara endanum allar dagarnar higartil. Í samlaðu støðuni er hann ongin hóttan. Hann liggur í løtuni á fjóraftasta plássi, nummar 109 næstan hálvan tíma eftir Edvald Boasson Hagen, sum koyrir í leiðslutroyggjuni.
Vánaliga plaseringin hjá Torkili kann gerast ein fyrimunur, tí hann so kanska sleppur avstað uttan at vera jagstraður av favorittunum.
- Vit fara at royna at koma við í eitt útbrot í dag og í morgin. Nú snýr tað seg um at fáa sum frægast burturúr, men tað verður ringt, tí tey stóru liðini eru áhugað í at hópurin skal koma samlaður heim og avgerast í einum hópspurti.
Serliga er hetta galdandi fyri liðini Team Dimension Data og UAE-Team Emirates, sum bæði hava norskan sprintara sum liðskipara, ávikavist Edvald Boasson Hagen og Alexander Kristoff, sum báðir framvegis hava ein góðan møguleika at vinna.
Men Torkil ætlar sær so at royna:
- Eg fari helst at royna at raka eitt útbrot í dag. So fáa vit at síggja, hvat beinini siga til tað, sigur føroyski súkklarin.
Súkklikappingin verður send á norska TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald