
- Eg haldi, at føroyskur fótbóltur flytir seg "enormt" fyri tíðina. Meira ella minni øll liðini, sum fara út í Evropa, skapa úrslit. Um tað eru javnleikir, sigrar ella at koma víðari. Hetta ar fantastiskt fyri okkum í HB...nú hava vit ikki tapt ein evropeiskan dyst her í næstan tíggju ár.
Orðini eigur Jákup Ludvig Thomsen. HB-áleyparin tryggjaði í gjárkvøldið barndómsfelagaið sínum javnleik móti Brøndby frammanfyri nógvum áskoðarum á Tórsvølli.
Sí samrøðuna her: - Hatta var júst tann møguleikin eg hevði bíðað eftir
Ein fegin Jákup Thomsen og fegnir HB'arar. Málið tryggjaði føroyskum fótbólti eitt flott útslit (Myndir: Sverri Egholm)
Sí fleiri myndir frá dystinum á Tórsvølli her
HB kom annars afturum eftir Brøndby-yvirvág og mál fyrstu løtuna eftir steðgin. Men sum í øðrum dystum undir André Olsen og toymi har HB er komið afturum, vísti liðið styrki og legði stórt trýst á hinvegin.
Hesaferð gekk tað útyvir skandinaviska stórfelagið. Brøndby megnaði ikki at standa ímóti, og serliga ein eyðsýndur Emil Grønn Pedersen burdi javnað, áðrenn Jákup Thomsen slapp framat.
Sí eisini: Brøndby-venjarin: HB javnar ikki tí teir eru góðir - tad er tí vit ikki avrika nóg væl
Í Serbia burdi heimaliðið helst fingið meira burtur nøkrum støðum eftir steðgin. Radnicki vildi sjálvandi ógvuliga gjarna hava ein sigur við sær til Føroyar og trýsti eisini KÍ nógv í 2. hálvleiki.
Tað eydnaðist tó hjá útiliðnum at standa ímóti trýstinum í nógva hitanum, sum ávirkaði. Eftir nakrar vandastøður tá umleið eitt korter var eftir, fekk KÍ tamarhald á aftur og kundi eisini avgjørt dystin í yvirtíðini, tá Daniel Johansen sendir stútara móti serbiska málinum.
Daniel Johansen og Jóannes Kalsø Danielsen fáa vesku eftir loknan dyst (Mynd: Klaksvíkar Ítróttarfelag)
Málleyst og tað merkir, at KÍ hevur eitt gott útgangsstøði til heimadystin hósdagin. Har kann suverena oddaliðið í Betrideildini avgerða tingini - HB skal niður til Brøndby og royna at skapa nakað heilt stórt.
Føroyska deildin er styrkismett nummar 38 í Evropa, bygt á evropeisk úrslit seinastu fimm árini, meðan fremstu deildirnar í Danmark og Serbia liggja millum 15 og 20 á listanum. Yrkisfeløgini "eiga" at vera sterkari enn tey føroysku, og vit fáa at síggja hvussu tað verður samanlagt. Men í fyrstu syftu hava føroysku liðini sett seg í spennandi støðu.
Tað er harmiligt, at Víkingur fór út úr Champions League, og at NSÍ misti stóra leiðslu í Conference League. Men í átta evropeiskum dystum higartil í summar, hava føroysk feløg fingið stig í fimm teirra (tríggir sigrar og tveir javnleikir)
Conference League 2. umfar - fyrru dystirnir
Hóskvøldið 24. juli
HB - Brøndby 1-1 (0-0)
62' Filip Bundgaard 0-1
89' Jákup Thomsen 1-1
Les um dystin her: Jákup og eitt flott liðavrik tryggjaði HB-javnleikin á Tórsvølli
Radnicki 1923 - KÍ 0-0
Les um dystin her: KÍ við sterkum avriki í Serbia
--
Seinnu dystirnir verða spældir hóskvøldið 31. juli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald