Annað

Eitt remis móti Grikkalandi

Tað var Rógvi Egilstoft, sum á 3. borði fekk talvið javnt í dystinum móti Grikkalandi í EM-kappingini í Montenegro.

Føroyska talvlandsliðið í EM-kappingini í Montenegro. F.v.: Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Ingolf Gaard, liðleiðari

Føroyska talvlandsliðið í EM-kappingini í Montenegro. F.v.: Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Ingolf Gaard, liðleiðari

2023-11-12 09:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar fingu við bit og slit eitt hálvt stig í fyrsta dystinum í EM-kappingini í talvi fyri landslið, sum byrjaði í Montenegro í gjár.

Tað var Rógvi Egilstoft, sum á 3. borði fekk talvið javnt í dystinum móti Grikkalandi. Mótstøðumaðurin hevði hægsta styrkitalið á grikska liðnum, men sat kortini á 3. borði. Rógvi telvaði væl, og varðveitti javnvágina allan vegin.

Grikkaland, sum hevði stórmeistarar á øllum borðum, er styrkismett nummar 17 av teimum 38 liðunum í kappingini. Sætta norðurlandið, Finnland, tapti 3-1 fyri Ungarn.

Høgni og Martin hildu tørn í fleiri tímar, men so tók at dragna. John Rødgaard hevði tíðliga veikleikar at dragast við, tó at hann slapp í fronsku yndisbyrjanina.

[object Object]
Føroyar móti Grikkalandi. F.v.: Høgni Egilstoft, Martin Poulsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

1. umfar - 11. november (EM 2023)

[object Object]

Danmark útinti sensasjónina

Mest óvæntaða úrslitið í fyrsta umfari var, at Aserbadsjan, sum er styrkismett nummar eitt, var fyri púra óvæntaðum tapi móti Danmark. Danir hava allar sínar bestu telvarar við í Montenegro, men kortini hevði eingin ímyndað sær, at teir fóru at koppa gullfavorittunum. Mads Andersen tryggjaði 2½-1½ sigurin við at vinna á Mamedjarov.

Verri gekst Íslandi. Hóast teir eisini hava sínar bestu telvarar við í Montenegro, taptu teir heili 4-0 fyri Serbia í gjár. Heimsins besti telvaði, Magnus Carlsen, er oddamaður hjá Noregi, og hann vann á 1. borði móti Slovakia. Dysturin endaði 2-2. Svøríki við Nils Grandelius og Tiger Hillarp-Persson á odda var fyri teprum 1½-2½ ósigri móti sterka týska landsliðnum. Tað endaði javnt á trimum borðum, avgerðin fall á 4. borði.

Aserbadsjan, Rumenia, Týskland, Ongland og Armenia eru styrkismett frá nummar eitt til fimm.

Níggju umfør eru í alt. Telvað verður til 20. november. Ein frídagur er eftir fimta umfar. Enn er ikki greitt hvussu telvað verður í øðrum umfari í dag. Byrjað verður klokkan 14.

Føroyar hava ongan eykamann, tí verður telvað við somu manning allar dystirnar. Tað er harður kostur, ikki minst hjá veteraninum John Rødgaard, sum nú er 68 ár. Skuldi onkur fingið forfall, noyðist liðleiðarin Ingolf Gaard at loysa av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder