
Nú verður enn eitt týðandi stig tikið móti fyrsta langhylinum í Tórshavnar kommunu. Á býráðsfundi í kvøld verður fyrsta viðgerð av málinum um at játta pening til at keypa ÍSF-húsið, sum stendur á økinum, har langhylurin verður.
Tórshavnar kommuna rindar ÍSF slakar 5 milliónir krónur fyri at yvirtaka bygningin, sum stendur á leigaðum lendi. Tá ið bygningurin er keyptur, verður hann tikin niður, og so er langhylurin í Havn nærri veruleika, skrivar Tórshavnar kommuna.
Langhylurin verður 25 metrar breiður og 50 metrar langur. Altjóða svimjisambandið FINA hevur góðtikið langhylin til altjóða kappingar.
Í næstum verður so sáttmálin um yvirtøkuna undirskrivaður. Sambært avtaluni flytur ÍSF úr ognini í seinasta lagi 1. juni 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald