Perlan í Tórsgøtu verður høvuðssæti fyri eina sera avbjóðandi treystikapping komandi vikuna. NIAR – Faroe Islands 2023 er ein ekstremt avbjóðandi treystiskapping, sum er partur av Adventure Racing World Series.
Henda treystiskapping er ein tann mest avbjóðandi kappingin í í heiminum í menniskjaligum treysti, sálarstyrki og førleikum.
Blandaði lið við fýra íðkarum kappast uttan íhald, nátt og dag, fyri at berja seg gjøgnum teinar á upp til 500 – 1000 km. Hvør teinur er ein serstøk ferð um fjøll og firðir, har íðkarar skulu súkkla, renna, rógva og síga.
Liðini mugu finna veg við korti og kumpass gjøgnum føroysku náttúruna. Stríðið stendur ikki einans millum lið, men líka nógv við ógvusliga møði, svøvnloysi og skiftandi veður. Gevst ein á liðnum, verður alt liðið strikað úr kappingini.
At koma á mál er í sær sjálvum ein stórur sigur.
Kappingin verður í Føroyum frá 13.-19. august, har íðkararnir skulu kappast 250 km á fjallasúkklu, 160 km til gongu og 80 km í báti.
Talan verður um eina ógloymandi ferð fyri tey luttakandi, sum kappast í 27 liðum úr 12 ymiskum londum. Vinnaratíðin verður mett at fara at liggja um hálvtfjórða samdøgur, um veðrið er gott.
Evstamark er, at komast skal á mál innan góð seks samdøgur, í seinasta lagi leygardagin 19. august kl. 12.
Meðan kappingin er í gongd, verður høvuðssætið í Perluni í Tórsgøtu, har øll hava møguleika at støkka inn á gólvið og forvitnast um kappingina, og hvussu tað gongst teimum luttakandi.
Kappingin verður skotin í gongd á Vaglinum í Havn sunnudagin 13. august kl. 9.
Fyrireikarar vóna at síggja nógv fólk á Vaglinum tíðliga sunnudagin, tá kappingin verður skotin í gongd og komandi vikuna í Perluni, har tað ber til at fylgja við, hvussu tað gongst teim luttakandi. Til ber at fylgja teimum luttakandi beinleiðis frá høvuðssætinum.
Tórshavnar kommuna hevur bjóðað luttakarunum í kappingini til móttøku, har Krsitianna Winther Poulsen, forkvinna í Vinnunevndini fer at halda røðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald