Triðja umfar í bólkaspælinum í European League er spælt í kvøld. Heili seks føroyingar eru á liðum, sum spæla í næststerkastu evropeisku kappingini nú, umframt at blaðungi havnarmaðurin Magnus Árason er skrásettur á leikaralistanum hjá GOG. U-18 landsliðsspælarin er á studentaskúla í Oure.
Ein annar høgri vongur úr Havnini sum tíðliga fór niður fyri at ganga í skúla og fyri at spæla hondbólt er Jóhan á Plógv Hansen. Hann fór at spæla við Danmark, tá einki skipað A-landsliðsvirksemi var í Føroyum. Jóhan hevur verið við til at vunnið trý HM-gull, men hevur hann ikki verið við í einum hópi hjá Nikolaj Jakobsen síðani EM-endaspælið í januar.
Jóhan hevur higartil ikki spælt í European League-dystunum hjá Flensburg-Handewitt, sum týska stórfelagið vinnur lættliga. Tað var einki øðrvísi í kvøld, tá Flensburg vann 44-27 á ungarska Tatabanya á heimavølli. 30-ára gamli føroyingurin er annars fyrsta val í Bundesliguni.
Flensburg-Handewitt hevur fult stigatal uttan Jóhan á Plógv Hansen í European League - føroyingurin skal skifta felag næsta summar
Sí eisini: Vilhelm og Hannover-Burgdorf eru heilt frammi í oddinum
Valur vitjaði annað av oddaliðnum í Bundesliguni og fekk oyruni í maskinuna. Melsungen vann við 15 málum, 36-21, eftir hálvleiksstøðuna 17-10.
Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg fingu seg veruliga royndar. At skjóta mál móti slíkum liðum og at halda teimum er ikki lætt, noyddust skálamaðurin og strandingurin at sanna. Allan skoraði uppá helmingin av sínum skotum frá vonginum - trý av seks - meðan Bjarni í Selvindi bert skoraði uppá tvey av sínum tíggju skotum.
Hart kvøld hjá Bjarna í Selvindi móti Bundesliga-mótsstøðu. Nógv lá á føroyska bakkinum til at taka skotini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Betri gekst hjá Óla Mittún, sum eisini spældi móti íslendskum liði. Sävehof sá sterkari út í fyrra hálvleiki á Hafnarfjørðinum og var á odda við trimum í steðginum.
Nummar 78 var flúgvandi. Komandi GOG-spælarin stóð fyri tí mesta í álopsspælinum hjá Sävehof. 19-ára gamli bakspælarin skoraði uppá 9 av sínum 11 skotum og legði upp til heili 8 mál. Bæði hægst hjá Sävehof.
Hetta var tó ikki nóg mikið, tí FH var væl betri eftir steðgin og vann 34-30. Smeitur hjá Sävehof har kanska heldur nógv hongur á unga føroyingunum. Ísak Vedelsbøl spældi ikki nakran leiklut í dystinum.
Óli gjørdi nógv - og gjørdi nógv rætt - í Íslandi í kvøld. Tað rakk tó ikki til stig og null stig fyri tríggjar dystir er úrtøkan hjá svensku meistarunum í kappingini higartil (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi um vikuskifti sín fyrsta kappingardyst síðani summarsteðgin. Heldur skinklandi, men í kvøld rakti Elias nógv rætt.
Sí eisini: Elias spældi sín fyrsta dyst í kappingarárinum
Nummar 71 skoraði seks mál (hevði sjey skot) og átti tvey upplegg ta tíðina, hann spældi fyri Kiel í trygga sigrinum á RK Nexe. Elias og Nikola Bilyk eru tøkir aftur og teir gingu samanlagt á odda í álopsspælinum hjá Kiel í kvøld. Føroyingurin varð næstbesti málskjútti í dystinum.
Tað er umráðandi fyri Elias á Skipagøtu at fáa slíkar dystir, eisini nú EM-undankappingardystirnir nærkast. THW Kiel hevur fult stigatal fyri trý umfør.
Sìðan hjá Kiel á Facebook fegnast (Mynd: THW Kiel)
4. av seks umførum í bólkaspælinum er á skránni næsta týsdag (29/10). Sí støður, úrslit og komandi dystir á ehfel.eurohandball.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald