Flensburg-Handewitt vitjaði í Hannover í dag, og talan gjørdist um en tættan og heilt spennandi dyst.
Jóhan á Plógv Hansen vitjaði felagð, sum havnarmaðurin kom tll, tá hann fór til Bundesliguna í 2022. 30-ára gamli høgri vongurin var næstbesti málskjúttin hjá Flensburg vð seks málum uppá átta skot.
Jóhan á Plógv Hansen skoraði seks ferðir á sínum gamla heimavøll (Mynd: EPA)
Hannover-Burgdorf var tó omaná til endans og vendi 29-30 tl 31-30 í síðstu minuttunum. Tá var Vilhelm Poulsen inni í verjuni; tað var 24-ára gamli hoyvíkingurin allan 2. hálvleik.
Leikluturin hjá Vilhelmi, ið júst Flensburg vildi hava í vetur, er serliga at verja og skifta vð Rennars Uscins, tá høgra síðan hevur styttri veg til útskiftingar. Júst Uscins varð toppskjútti hjá "Die Recken" við átta málum. Týski landsliðsbakkurin er helst mest umráðandi vápnið í álopspartinum
Hannover-Burgdorf og Melsungen eru óvæntað fremst í Bundesliguni eftir sjey umfør við 12 stigum hvør. Við dystarskránni næstu tvær vikurnar - umframt ongum evropeiskum - eigur liðið hjá Vilhelmi at halda sær heilt nær fyrsta plássinum áðrenn landslðssteðgin í november.
Flensburg er niðri á 9. plássi vð níggju stigum, men tað er tætt í topp-10.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald