Orsakað av COVID-19 kom ein støðgur í Elektron Deildina sum byrjaði í fyrru árhálvu av 2020. Tó er Elektron Deildin nú aftur á breddanum. Tað eru nevniliga semi-finalu- og finaludystirnir sum enn mangla í, og tískil skulu gjøgnumførast í næstum. Tilsamans spæla leikararnir um góðar 70.000,- í vinningum.
Elektron Deildin verður avgreitt yvir tvey vikuskifti í oktobermánað. Semi finalan verður 16. og 17. oktober klokkan 18:00 báðar dagar. Semi-finalan verður spæld í einum best-av-3 formati, har vinnarin kemur víðari til finaluna.
Finalan verður tann 24. oktober frá klokkan 13:00 til 21:00, og hon verður spæld í einum best-av-5 formati.
Vegna umstøðurnar kring COVID-19 verða allar finalurnar leiktar online. Hetta merkir, at tað ikki verður nakað fysiskt frammøti í samband við finalurnar. Hesar umstøðurnar seta skerpaði krøv til fyriskipararnar og til tí reglugerðina sum er galdandi til finalurnar. Hóast at leikararnir spæla í hvørjum sínum lag, fara vit at hava eitt toymi sum skipar fyri livestroymingini av finalunum.
Vinningar fyri góðar 70.000,-
Esportur hevur tikið dik á seg seinastu árini, og hesin vaksandi áhugin berur eisini størri undirtøku við sær, og harvið fleiri stuðlar og vinningar. Aftur í ár er upphæddin á vinningunum methøg. Tað eru heili 70.000,- í vinningum frá okkara frálíku stuðlum. Øll av liðunum í Elektron Deildini fáa ein part - í størri ella minni mun.
Skerpað krøv til leikararnar orsakað av COVID-19
Fyri at minka um smittuvandan av COVID-19 eru allar ætlanir um at spæla finalurnar í hølunum hjá Elektron vrakaðar. Fyri at minka um snýt og misnýtslu merkir hetta, at tað eru skerpað krøv til leikararnar. Allir leikarar skulu tískil hava hava eitt webkamera, soleiðis at tað ber til at halda eyga við, í so fall at tað uppstendur eitt illgrunamál . Hetta webkamera skal verða tøkt, uppset, roynt, og rigga áðrenn semi-finalan byrjar. Hetta er nakað sum altjóða kappingar gera, og líkaleiðis fylgir eSport Føroyar hesum ráki.
Finalan verður spæld online
Um tað, at finalurnar á hesum sinni verða spældar online sigur Rúni Winther Johnsen:
– Tað verður spennandi at skipa kappingina soleiðis at tilber at spæla eina tílíka stóra finalu á netinum í staðin fyri at spæla lokalt sum vit hava gjørt undanfarnu árini. Umstøðurnar sum tær eru í dag seta okkum í eina aðra støðu, og eSport Føroyar ynskir eisini at vísa samfelagsábyrgd, og tískil koyra vit framá hóast at umstøðurnar kundu verið frægari. Á sama hátt hava altjóða Esportkappingar skipað teirra finalur á líknandi hátt síðan í martsmánaði, og líkaleiðis er orsøkin hjá teimum COVID-19.
Livestroymingin sæst á eSport.fo teir ásettu dagarnar, og eisini á altjóða livestroymings platformin https://www.twitch.tv/esportfo.
Hesi liðini spæla um at koma í finaluna
Team Suh Dude
Kári “SkrtNeglHann” Højgaard Joensen
Petur “Happyfeet” Ingvar Bjellvåg
Heðin “Hmonst3r” Mortensen
Jacob “Mogens” Vitalis
Jógvan “Jimmy” Sólsker
Úskiftarar
Karl Heri “Brodersen” Brodersen
Hans Olivur “HansOG” Gaard Kristjánsson
Otto “Ottomaan” Jacobsen
Meet Your Destiny
Aron “doormaN” Hammer
Rókur “RdN” Dam Norðoy
Meinhard “ZEYNT” L. Mohr
Kaj “Flexo” Joensen
Fríði “frusaZ” Lómstein Zachariasen
Úskiftarar
Sonni “M1kk/Sonneyy” Mikkelsen
No Namers
Edmundur “Ozz” Johannesen
Hans “Faroe MystiC” Jakobsen
Dánial “IPawnDesi” Gunnarstein Joensen
Tórur “Leifsson” Leifsson Fagralón
Brandur “EXECUTE” Solmunde
Úskiftarar
Frank “Vypp” Joensen
Harkaliðið
Hanus “heimardinker” Jóhansson
Sveinur “Mercenary” H. Rasmussen
Martin “UnluckyBird” De Fries Justinussen
Tórur “kanebazo” Nattestad Gudjónsson
Elmar “Elmir” Jacobsen
Úskiftarar
Magnus “Madapat” dam Pæturson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald