- Hvat var mest kensluborna løtan í EM-endaspælinum? Dramatisku sigrarnir hjá Fraklandi í finaluni og hálvfinaluni ella kanska heimsmeitið fyri áskoðarar á fyrsta kvøldinum í Düsseldorf? Hesar fingu hárini at reisa seg, men tá Føroyar skoraðu í seinastu sekundunum móti Noreg í bólkaspælinum í Berlinum og tryggjaðu sær javnleik, so var tað, sum eitt eldgos fekk sítt útbrot.
Soleiðis skrivar týskarin Björn Pazen í innleiðingini til greinina um Elias Ellefsen á Skipagøtu á eurohandball.com, sum er løgd út júst ein mánaða eftir serstøku og søguligu løtuna í Mercedes Benz Arena. Tað var tá og har, at umleið 5.000 føroyingar sungu Tú alfagra land mítt so hart og flott, at tað fekk hárini at reisast hjá hinum 8.000 í høllini.
- Tá tú veist, at 10 prosent av øllum fólkunum í landinum koma at stuðla tær á staðnum, so verður ein ógvuliga errin. Og vit skylda okkara áskoðarum eina stóra tøkk. Tað var veruliga nakað stórt fyri Føroya fólk og fyri liðið. Tað vóru stórar løtur í Berlin, tá øll sungu tjóðsangin. Og tað at fólk frá øðrum londum stuðlaðu okkum sum ein dámligan "outsidara". Vit eru nú veruliga á hondbólts-heimskortinum takkað verið okkara avrikium men eisini takkað verið okkara fantastisku fjepparum - og vit vera aftur.
Løtan beint eftir at Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði tryggjað Føroyum javnleik í Berlin (Mynd: Sverri Egholm)
Soleiðis tekur nummar 71, ið skoraði 23 mál og hevði 24 upplegg í EM - samanum. Sambært Pazan gerst Elias Ellefsen á Skipagøtu kensluborin, tá hann tosar um hetta. "Skippy", ið hann verður róptur í Kiel, hyggur tó eisini frameftir.
- At hitta Kielce beinanvegin, nú Champions League byrjar aftur, er eitt, sum kann skilmarka okkara kappingarár. Vit vilja gjarna halda ovasta plássinum í bólkinum og harvið sleppa undan play-offs.
"Skippy" sipar til, at THW Kiel er oddalið í sínum Champions League-bólki, nú fýra umfør eru eftir. Tað eru bert tvey tey ovastu av teimum átta liðunum í sterka bólkinum, sum koma beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Fýra tey næstu skulu spæla play-off.
Kiel hevur sveiggjað nógv í ár. Týska stórfelagið er úti av steypakappingini og sjey stig aftanfyri Füchse Berlin og Magdeburg í Bundesliguni. Eftir ósigur á Magdeburg fyrst í mánaðinum venda teir í Kiel nú eyguni á Champions League, har Kielce - ið var í finaluni í fjør - er á skránni í finaluni.
Støðan í bólkinum, nú fýra umfør eru eftir (Mynd: eurohandball.com)
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur serliga staðið seg væl í Champions League fyri THW Kiel. Hann hevur næstflest mál hjá liðnum - 33 - í kappingini higartil (Mynd: eurohandball.com)
Harald Reinkind feldi fría Elias, og tað leiddi til føroyska brotskastið og javnleikin móti Noreg. Nú royna Kiel-liðfelagirnir at koma langt í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)
Tað hevur verið sjálvandi verið stórt fyri 21-ára gamla hoyvíkingin at koma til eitt av heimsins størstu hondbóltsfeløgum. Elias hevur millum annað skula vant seg við at ferðast nógv. Hann vísir í samrøðuni á, at leiklutur hansara í Kiel er nakað ymiskur frá dysti til dyst:
- Eg varð skjótt integreraður á liðið, men eg vil ikki lýsa meg sum ein fastan spælara enn. Vit hava so nógvar spælarar á høgum sigi, so vit rotera nógva. Allir spæla sín leiklut. Mín er heldur ymiskur frá dysti til dyst - frá mótstøðuliðið til mótstøðulið. Summar tíðir skal eg vera ein av málskjúttunum ofta, og í summum førum snýr tað seg meira um at spæla hinar upp. Sum heild eri eg altíð har fyri at hjálpa liðnum, um tað so er við at skora ella við at leggja upp.
Dysturin í Póllandi í kvøld, sum byrjar klokkan 19.45, er ein lykladystur í bólkinum. Tað er "Game of the Week" hjá EHF, og Elias Ellefsen á Skipagøtu sær fram ímóti málinum, sum er Champions League-finaluvikuskifti í Köln, har eini 20.000 áskoðarar vera - millum annað nakrir føroyingar.
- Eftir at hava spælt við Føroyum í Berlin frammanfyri fleiri enn 13.000 áskoðarum, so er tað sjálvandi mín dreymur at spæla frammanfyri 20.000 í Köln til Final Four. Eg havi enn tá hoyrt, at nakrr fjepparar í Føroyum longu hava bílagt atgongumerki til tað - eg vóni, at eg fari at síggja teir har, sigur Elias at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald