
11 mál móti Hamborg leygardagin og 14 mál í dystinum móti Hannover-Burgdorf í kvøld.
Elias Ellefsen á Skipagøtu er av sonnum byrjaður við einum braki í Bundesliguni í 2025/2026 kappingarárinum.
Sí øll ellivu málini hjá Eliasi í 3. umfari her
Sí hæddarpunktini frá dystinum í kvøld omanfyri
Føroyingurin er triðbesti málskjútti av øllum í løtuni. Bert Omar Ingi Magnusson, sum tekur brotskøst hjá Magdeburg, og Kai Häfner, sum hevur spælt ein dyst fleiri, eru omanfyri 23-ára gamla føroyingin.
37 mál í 4 dystum merkir yvir níggju í miðal, og nú nummar 71 endiliga av álvara hevur fingið dirigentstavin í Kiel hevur hann av álvara tikið av.
Skipagøu stýrdi "showinum"
Í Hannover í kvøld var tað týðiligt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu er í toppformi, og at tað mesta hjá Kiel í álopspartinum skuldi koma frá honum.
Marius Steinhauser hjá Hannover-Burgdorf skeyt heili 13 mál, men Elias skoraði 14 ferðir - millum annað nøkur har hann tók sakina í egnar hendur, tá Kiel av álvara fór frá út á 2. hálvleik. Tað var annars javnleikur, 19-19 í steðginum.
Standiskot, gjøgnumbrot og hvat tað skuldi verið, og so fann spælskiparin sum so ofta fyrr viðleikararar væl og fekk ferð og góðsku í. Hann er skrásettur fyri trý upplegg.
Nógv at fegnast um hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kiel í løtuni
Elias á Skipagøtu gjørdi nærum eftir vild til tíðir móti liðnum hjá Vilhelmi Poulsen. Føroyski høgri bakkurin var inni til nakrar góðar verjustøður, men sum heild var tað trupult hjá heimaliðnum, sum lat 40 mál inn.
Umframt at vera við í beinleiðis 17 (seinastu ella næstseinastu hond á), so ávirkaði Elias Ellefsen á Skipagøtu millum annað eisini við at vinna nøkur brotskøst og trekkja útvísingar. Hann stjól eisini ein bólt í verjustøðu. Á minussíðuni eru fýra brend skot og ein teknisk villa men greitt dagins maður.
Sí hæddarpunktini í 40-34 sigrinum hjá THW Kiel omanfyri ella á Youtube. Tvey góð mál og eitt flott upplegg hjá Eliasi á Skipagøtu eru við
Ógvuliga góð byrjan hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og THW Kiel. Liðið hevur fult stigatal fyri fýra umfør í Bundesliguni. Tað er bert Magdeburg, sum eisini hevur tað. Sunnudagin klokkan 17 bíðar Leipzig í 5. umfari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald