
Næstseinasta vikuskiftið stríddist 18-ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu fyri Føroyar í EM-undankappingardystunum á Høllini á Hálsi móti Kekkia og Russlandi. Ungi hoyvíkingurin gjørdi veruliga um seg, og varð millum annað javnsettur føroyskur toppskjútti í sera flotta sigrinum á Kekkia.
Komandi tíðina skal spælskiparin stríðast víðari fyri at vinna svenska meistaraheitið. Elias gjørdi vart við seg í hálvfinalusigrunum hjá Sävehof undan landsliðssteðginum, og nú eitur uppgávan IFK Skövde, sum eisini vann allar sínar tríggjar hálvfinalur.
Tað eru tó teir í gulum og svørtum, ið eru stórfavorittar í finalunum. Sävehof vann grundspælið, Skövde endaði á 4. plássi, og tá liðini hittust tvær ferðir í desember vann liðið úr Partille við ávíkavist fimm málum - á heimavølli - og við níggju málum á útivølli.
Flestu veddingarfyritøkurnar geva eitt odds á áleið 1,40 uppá sigur til IK Sävehof á heimavølli í kvøld. Liðini spæla í Skövde leygardagin og aftur í Partille um eina viku. Eins og í Føroyum, er tað liðið, ið fyrst vinnur tríggjar finalur, sum gerst meistari.
Sí eisini: Video: Elias - málið er at blíva heimsins besti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald