Borðtennissamband Føroya hevur í dag havt eykaaðalfund, og har var einans eitt evni á skránni - nevniliga nevndarval. Formaðurin seinastu góðu tvey árini, Andras Nolsøe, tók ikki við afturvali sum formaður av tí at hann hevur fingið nýtt starv sum ítróttarráðgevi í ÍSF.
Hetta skrivar Borðtennissambandið á heimasíðu sínari í dag.
Elinborg C. Mortensen hevur tikið við sum forkvinna. Hon hevur fram til nú verið næstforkvinna. Elinborg er roynd bæði sum leikari og í nevndararbeiði, og vit ivast tískil ikki í, at hon fer at røkja formanssessin væl. Hon er fyrsta forkvinna í Borðtennissambandi Føroya.
Hetta var annað skeiðið, sum Andras Nolsøe røkti sum formaður í Borðtennissambandi Føroya. Hann var formaður árini 2003 til 2009, og eftir at hava búð uttanlands eitt skifti, var hann aftur fúsur at taka við formanssessinum tá ið heitt varð á hann í oktobur 2017.
Nevndirnar síggja nú soleiðis út:
Starvsnevndin
Elinborg C. Mortensen, forkvinna
Sjúrður Olafsson, næstformaður/skrivari
Randi Louisa Nolsøe, kassameistari
Kappingarnevndin
Peter Hentze Niclasen, formaður
Kai Roest, nevndarlimur
Vagnur Nolsøe, nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald