Føroyski svimjarin Elisabeth Erlendsdóttir svam seg til eitt flott silvurpláss í NM kappingini fyri juniorar á stuttgeil, sum er í Upplands Väsby í Svøríki hetta vikuskiftið.
Elisabeth svam seg í finaluna við bestu tíðini í innleiðandi kappingini. Talan er um 100 metra ryggsvimjing, har føroyski svimjarin brúkti 1 minutt og 01,66 sekund fyri at svimja seg í finaluna.
Í finaluni var Elisabeth bert ein hundraðpart av einum sekundi frá at vinna gull.
Svenska Alice Velden var skjótast í tíðini 1:01,41, meðan Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag hevði 1:01,42. Finska Vilma Leppähaara hevði tíðina 1:01,69.
Seniorar kappast samstundis. Vinnandi seniorurin á hesum teininum brúkti tíðina 1:00,78. Tíðin hjá Elisabeth hevði rokkið til eitt triðja pláss í hesi kappingini.
Fríggjadagin setti Elisabeth Erlendsdóttir føroyskt juniormet á 50 metra teininum, tá hon hevði tíðina 28,63 sekund í NJM-finaluni. Harvið tók hon metið á 28,75 sekund, sum Signhild Joensen átti frammanundan, og setti í NJM-kappingini í Reykjavík í 2017.
Hesar tíðirnar eru ikki so langt frá tí føroyska metinum á 28,51 sekund, sum Birita Debes setti í HM-kappingini í Istanbul í 2012.
Juniormetið hjá Elisabeth Erlendsdóttir rakk til eitt sjeynda pláss í NJM finaluni á 50 metra teininum hesaferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald