Í gjár vann Eliud Kipchoge úr Kenya London Marathon.
Og tað gekk skjótt fyri seg. Longu frá byrjan var hann fremst, og soleiðis helt hann fram, til hann aftaná 2 tímar, 2 minuttir og 37 sekund kom á mál, og sostatt hevur hann sett nýtt met fyri London Marathon.
Tíðin hjá Eliud Kipchoge er eisini tann næstskjótasta nakrantíð, og heimsmetið fyri skjótasta marathontíðina eigur hann eisini sjálvur. Tað metið setti hann í Berlin í fjør, tá hann kom á mál aftaná 2 tímar, 1 minutt og 39 sekund.
Mosinet Geremew og Mule Wasihun úr Etiopia komu á mál sum ávikavíst nummar tvey og trý, tann eini 18 sekund og hin 39 sekund aftaná Eliud Kipchoge.
Sambært TV2 er hetta fjórðu ferð at Eliud Kipchoge vinnur London Marathon.
Hjá kvinnunum var tað eisini ein rennari úr Kenya, sum endaði á fyrsta plássi. Tað var 25 ára gamla Brigid Kosgei, sum hevði tíðan 2 tímar, 18 minuttir og 20 sekund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald