
Teir hava vunnið tvey tey seinastu HM-endaspølini, vóru í OL-finaluni í summar og hava dygdarleikarar á øllum plássum. Seinasta EM, har Danmark fór út longu eftir bólkaspælið, var eitt risavónbrot, og nú skal liðið hjá Nikolaj Jaokobsen á medaljupallin.
Talan skal eisini helst verða um gull, tí danir eru jú eitt krútsterkt lið, og sambært fleiri veddingarfyritøkum eru teir stórfavorittur at vinna EM 2022. Hetta kemst eisini av, at so nógvir av kappingarneytunum eru hart pláðagir av skaðum, men har korona í summum førum eisini hevur órógvað.
Hjá Svøríki, ið var í HM-finaluni fyri einum ári síðani, hevur stjørnan á vonginum Hampus Wanne verið ein av teimum, ið fyri stuttum hevur fingið staðfest koronu. Hjá nábúgvunum Noreg, er ikki talan um tað, men dugnaligu bakspælararnir úr Flensburg-Handewitt, Magnus Abelvik Rød og Gøran Søgaard Johannessen, eru so mikið skaddir, at teir ikki eru tøkir. Hetta ger, at uppaftur meira hongur á Sander Sagosen. Noreg tapti eisini venjingardystin móti Danmark leygardagin við tíggju málum.
Frakland, ið vann OL í august, hevur verið hart rakt av koronutilburðum í fyrireikingum, og skaðar hjá lykalaleikarum, Nadim Remili, Luka Karabatic og Timothey N`Guessan, og eitt kníválop, sum Elohim Prandi var útifyri gamlaárskvøld - ið eftir umstøðunum spældi væl av - hava rakt harðari. Hjá Spania er stóra stjørnan Alex Dujshebaev úti, og Raul Entrerrios gavst á toppinum við EM-guli í 2021.
Danske Spil hevur ongantíð áður havt so lágt odds á ein EM-vinnara. Tað er 2,10; vanligt er tað hjá ovastu favorittunum 5.00 ella har áleið. Danir halda sjálvandi nógv av sínum liðið, men tað eru ítøkilig viðurskifti ið gera, at Danmark, sum í kvøld byrjar móti Montenegro, ið væntar at verða høkva av, helst fer at koma í finaluna.
Heili níggju dystir eru fyrsta dagin. Tað at endaspælið er í tveimum londum - Ungarn og Slovakia - er við til at gera, at 18 útav teimum 24 londunum sleppa í eldin longu í dag. Restin spælir í fyrsta umfarið í morgin.
TV2 í Danmark dekkar endaspælið sum eingin annar miðil, og hevur á heimasíðu sínari eitt gott yvirlit yvir teir seks bólkarnar og dystarskránna. Bólkaspælið koyrir fram til og við 18. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald