Fótbóltur

EM-endaspælið hjá U17 gentum verður í Føroyum í 2025

Tað skuldi verið í ár men varð avlýst orsakað av koronustøðuni. Gentur, ið eru føddar í 2008 og 2009, hava møguleika at umboða Føroyar til endaspælið um fýra ár.

Evropameistarin hjá U17 gentum verður í 2025 funnin í Føroyum (Mynd: fsf.fo)

Evropameistarin hjá U17 gentum verður í 2025 funnin í Føroyum (Mynd: fsf.fo)

2021-04-20 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikingarnar vóru í hæddini – bæði á og uttanfyri vøllin - tá EM endaspælið, sum skuldi vera í Føroyum í ár, varð avlýst orsakað av farsóttarstøðuni kring heimin. Føroyar skuldu eftir ætlan taka ímótí sjey av teimum sterkastu liðunum í Evropa í júst hesum mánaðinum.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at tá avgerðin um avlýsingina varð tikin, varð somuleiðis gjørt greitt at UEFA ynskti at geva Føroyum møguleikan fyri at hýsa kappingini aftur skjótast gjørligt. Og nú er greitt, at tað verður í 2025. 

Talan er um EM fyri U17 gentur, og talan verður sostatt um spælarar, sum eru føddar í 2008 og 2009; tað eru spælarar, sum í dag eru í eldra árgangurin í U11 og í yngra árgangurin í U13. 

Bosnia Hersegovina, Estland og Svøríki eru vertir fyri endaspælinum komandi trý árini - í ávíkavist 2022, 2023 og 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder