Fótbóltur

EM: Fyrireikingarnar av álvara í gongd

Danmark og Týskland spældu javnleik í gjárkvøldið - tað gjørdu Skotland og Niðurlond eisini. Enski hópurin er á pappírinum endaligur, og ein av teimum ungu skoraði einsamalla málið. Trent Alexander-Arnold noyddist út við skaða.

Andreas Skov Olsen, her í venjingardysti móti Føroyum, spældi fyrra hálvleik í venjingardystinum móti Týsklandi í gjárkvøldið. Dysturin endaði 1-1. Trý lið sum eru í bólkinum hjá Føroyum í HM-undankappingini spældu í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Andreas Skov Olsen, her í venjingardysti móti Føroyum, spældi fyrra hálvleik í venjingardystinum móti Týsklandi í gjárkvøldið. Dysturin endaði 1-1. Trý lið sum eru í bólkinum hjá Føroyum í HM-undankappingini spældu í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-03 07:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um átta dagar, fríggjadagin 11. juni, fer sekstanda EM-endaspælið í gongd. Byrjað verður í Rom, har Italia tekur ímóti Turkalandi. Dagin eftir verður leikt í Baku, Sankta Pætursborg og Keypmannahavn. Hetta endaspælið er millum annað serstakt við tað, at tað eru ellivu ymiskir vertsbýir. Tað er í samband við, at 2020, tá endaspælið upprunaliga skuldi haldast, var júst 60 eftir tað fyrsta endaspælið.

Kappingarnar kring Evropa eru lidnar, og hóparnir eru nú saman og fyrireika seg til endaspælið. Í hesum sambandi vórðu fýra "EM-venjingardystir" leiktir í gjár: 

Niðurlond - Skotland 2-2 (1-1)

Memphis Depay skoraði bæði málini hjá Niðurlondum, ið hittu Skotland, sum Føroyar eru í HM undankappingarbólki við, í Portugal. Seinna málið hjá Depay var til 2-2 í 89. minutti. Liðið hjá Depay er stórfavorittur at fara víðari úr bólki C, har Ukraina, Eysturríki og Norðurmakedónia eisini eru. Skotland er við til sítt fyrsta endaspæl í hesari øldini og skal spæla ímóti Kekkia, Kroatia, og gamla fíggindanum Onglandi

Frakland - Wales 3-0 (1-0)

Størsti favoritturin at vinna EM vann í gjár 3-0 á Wales í Portugal. Walisar vóru í undirtali í meira enn ein tíma, tí Neco Williams bjargaði málroynd frá Karim Benzema við arminum og varð útvístur. Benzema, ið er aftur á landsliðnum eftir langt leikbann frá franska fótbóltssambandinum, misnýtti tó brotssparki. Løtu seinni skoraði Kylian Mbappé til 1-0, stutt eftir hálvleik økti Griezmann, eftir upplegg frá Mbappé, og í 79. minutti legði Benzema upp til Dembelé.

Wales er í bólki við Italia, Turkalandi og Sveis. Frakland skal spæla stórdystir móti Týsklandi og Portugal í bólki F - ímillum har er Ungarn á skránni.

Týskland - Danmark 1-1 (0-0)

Danir eru framvegis ósigraðir í 2021. Hetta er greitt, eftir at Christian Eriksen í 70. minutti fann Yussuf Poulsen við góðari alvering og Leupzig-áleyparin setti bóltin bóltin framvið Manuel Neuer við vinstra beini. Grannarnir hittust í eysturríska Innsbruk í gjárkvøldið, har eingir áskoðarir vóru. Har var heldur ikki nógv undirhald - serliga danir høvdu lítið at bjóða uppá. Florian Neuhaus legði týskararnir á odda, tá miðvallarin var fyrstur á einum leysa bólti í samband við eitt hornaspark, næstan beinanvegin í seinna hálvleiki.

Danmark er í bólki við Finnlandi, Belgia og Russlandi og spælir allar dystirnar á heimavølli í Parkini.

Ongland - Eysturríki 1-0 (0-0)

Triðja liðið sum eru í bólkinum hjá Føroyum í HM-undankappingini, og sum spældi í gjárkvøldið, var á vitjan á Riverside leikvøllinum í Middlesbrough. Har hevur Gareth Southgate fyrr havt heimavøll sum bæði leikari. Nú skal hann royna at føra Onglands til heiðurs í EM, har liðið í øllum førum hevur allar dystirnar í bólkaspælinum á heimavølli, og eisini møguliga hálvfinalu og finalu.

[object Object]
Saka skoraði málið...

[object Object]
...Alexander-Arnold noyddist út við skaða móti endanum

[object Object]

Í gjárkvøldið skoraði 19-ára gamli Bukayo Saka einsmalla málið. Hetta var fyrsta landsliðsmálið hjá Arsenal-leikaranum. Aftaná var tó millum annað fokus á skaðan hjá Trent Alexander-Arnold. Høgri bakkurin hjá Liverpool kom við í endaliga hópin, hóast stórt ivamál var - í øllum førum í bretsku miðlunum - um hetta. Eitt strekk í lærkrikanum kann tó oyðileggja endaspælið fyri Alexander-Arnold, og tað er ein møguleiki fyri, at Jesse Lingard, ella onkur annar ið leiktu í gjár men sum ikki er í 26-mans hópinum, sum varð úttikin týsdagin, kortini skal umboða Ongland í EM. Aðrir skaðatrupulleikar eru eisini.

Enski hópurin: 

Málverjar: Dean Henderson (Manchester United), Sam Johnstone (West Bromwich), Jordan Pickford (Everton)

Verjuleikarar: Trent Alexander-Arnold (Liverpool), Ben Chilwell (Chelsea), Conor Coady (Wolves), Reece James (Chelsea), Harry Maguire (Manchester United), Tyrone Mings (Aston Villa), Luke Shaw (Manchester United), John Stones (Manchester City), Kieran Trippier (Atletico Madrid), Kyle Walker (Manchester City)

Miðvallarar: Jude Bellingham (Borussia Dortmund), Jordan Henderson (Liverpool), Mason Mount (Chelsea), Kalvin Phillips (Leeds), Declan Rice (West Ham)

Áleyparar: 
Dominic Calvert-Lewin (Everton), Phil Foden (Manchester City), Jack Grealish (Aston Villa), Harry Kane (Tottenham), Marcus Rashford (Manchester United), Bukayo Saka (Arsenal), Jadon Sancho (Borussia Dortmund), Raheem Sterling (Man City).


Nakrir aðrir altjóða venjingardystir vórðu leiktir í gjár. Millum annað spældu Noreg og Luksemborg á Malaga. Har høvdu norðmenn stóra leikliga yvirvág, men sigursmálið kom ikki fyrrenn í 92. minutti. Málskjúttin var...Erling Braut Håland. Komandi dagarnar vera eisini nógvir venjingardystir. Millum annað í Føroyum - millum lond sum ikki skulu til EM.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder