Flogfør fara, Norrøna fer - føroyska innrásin til Oslo byrjar av álvara í dag.
Hon tekur dik á seg í morgin, tá tíggju flogtúrar vera til norska høvuðsstaðin, og yvir 5.000 føroyingar fara at sita til reiðar og spentir á staðnum fríggjakvøldið.
Les eisini: Vænta umleið 6.000 hondbóltsfjepparar í Oslo
Áðrenn tað skulu Peter Bredsdorff-Larsen og hansara menn leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin móti Sveis. Talan verður um lykladyst - tvey av teimum fýra liðunum í bólkinum koma víðari.
Í føroysku leguni, og kring landið, verður vónað at støðan hjá vanliga berandi bakspælarunum verður góð til dystin móti Sveis. Óli Mittún fór út í 1. hálvleiki móti Italia sunnudagin og vandi ikki saman við hinum í gjár, men størri ivamál man vera um systkinabarnið Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Sí eisini: Elias vandi við í løtum - Óli vandi fyri seg sjálvan
Sí allar myndirnar frá seinastu venjingini undan fráferð til Oslo
![]()
Óli Mittún á súkklu meðan hinir renna á hallargólvinum. GOG-bakspælarin hevur merkt eitt sindur kring hælsinuna í seinastuni (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er tó eingin ivi um, at føroyingarnir fara at geva alt - á og uttan fyri vøllin - í Oslo. Og eins og í Berlin fyri tveimum árum síðani, fara Føroyar at seta sín á dám á EM í manshondbólti; og hetta fer at seta sín dám á Føroyar.
Eftir ætlan ferðast spælarahópurin, við venjarum, HSF-starvsfólki, miðlum og nakað av fjepparum, til norska høvuðsstaðin klokkan 8.40.
Seinni í dag eru myndatøka, venjing og annað á skránni í Oslo - Portalurin og FM1 eru víð á ferðini, og hava vit nógv tilfar næstu dagarnar
Sí eisini - video:
Tórður fór í panikk tá hann fekk EM-boð
Hákun er ein av teimum bestu vongspælarunum í heiminum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald