Hondbóltur

EM-lagnan verður greið í kvøld

Ísland tekur ímóti á Hafnafjörðinum klokkan 17, og lagt er upp til tættan dyst. KVF vísir dystin, og til ber at fylgja við á Portalinum allan vegin.

Føroyar og Ísland spældu ein javnan dyst á Hálsi í oktober - nú skulu Jana Mittún og hinar koppa tað til føroysku síðuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar og Ísland spældu ein javnan dyst á Hálsi í oktober - nú skulu Jana Mittún og hinar koppa tað til føroysku síðuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-07 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): Hetta er dagurin, sum kann gerst tann størsti í føroyskum kvinnuhondbólti higartil.

EHF hevur broytt endaspælsleistin, so at 24 lið koma við til endaspæli. Hetta ger, at fleiri lond, sum eru væl frá heimstoppinum og sum kanska eru í góðari menning, hava ein nógv størri møguleika.

Har eru Føroyar eitt teirra. Unga liðið hevur seinastu árini verið væl við í dystum móti hondbóltstórveldum sum Rumenia, Danmark og Svøríki, og kvinnurnar hava víst seg at vera sterkari enn tey flestu av teimum, sum hava spælt undan-undankappingar; so sum Finnland og Ísrael.

Í hesari undankappingini hava Føroyar vunnið tveir knúsandi sigrar á Luksemborg -teir fyrstu nakrantíð í einari høvuðsundankappingini. Hetta er eitt heldur tunt grundarlag fyri einum endaspælsplássi, men nú er møguleikin har, og Føroyar eru eisini tættari til dømis Íslandi nú. Hetta vísti dysturin á Íslandi á Hálsi í oktober, har Føroyar vóru á odda í steðginum, men har brendir møguleikar eftir steðgin eisini kostaðu.

[object Object]
Høllin í Hafnafirði har spælt verður (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til tá er Súna Krossteig Hansen tøk. Kviki bakspælarin úr bestu donsku deildini hevði skaða tá. Hetta kann gera stóran mun - eisini hinvegin við at Sandra Erlingsdóttir ikki er tøk fyri Ísland. Hon er størsta stjørnan; tann við flest sereginleikum í álopsspælinum hjá Íslandi. Nú er Sandra Erlingsdóttir við barn.

Hjá Føroyum er Maria Pálsdóttir Nólsoy tøk. Tað var hon ikki mikukvøldið. Maria breyt ein fingur í vinstru hond 2. páskadag, men við tape'i fær bakspælain spælt hendan týðandi dystin. 

[object Object]Ein fingur er brotin, men Maria fær kastað, lofta og havt ein leiklut í føroyska álopspartinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]Súna er við hjá Føroyum - Sandra er ikki við hjá Íslandi. Hetta kann verða ein rímiliga stórur munur (Mynd: Sverri Egholm)

Ísland stendur sum favorittur til hendan heimadystin. Hjá teimum er tað so at siga greitt, at hóast tap, so kemur fyrsta endaspælsplássi í 12 ár í hús. Tó vilja íslendingar vinna á føroyingum og tryggja 2. plássi.

Flestu spælararnir hjá íslandi spæla í bestu heimligu kappingini, og breiddin er helst størri enn hjá Føroyum. Tó eru góðar vónir í føroysku leguni, har spælarar og venjarar nú kenna hvønn anann uppaftur betri.

Um Føroyar ikki fáa stig, so skal eitt størri roknistykki í gongd, í mun til um tað er nóg mikið ti lat gerast ein av bestu trý'arunum. Javnleikur ella sigur sendir Føroyar til EM við upp ímóti 100 prosent vissu.

Les eisini: Føroyar liggja væl fyri undan seiansta umfari

Dysturin við Ásvellir, har tað er ókeypis atgongd, og rímiliga nógvir føroyingar vera, byrjar klokkan 17 føroyska tíð. KVF vísir dystin, FM1 stroymir og Portalurin hevur beinleiðis blogg og annað.

Støðan undan síðsta umfari: 
1. Svøríki 8 stig *
2. Ísland 6 stig
3. Føroyar 4 stig
4. Luksemborg 0 stig

Nummar 1 og 2 koma víðari til EM - fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma eisini við. Í løtuni eru Føroyar triðbest av teimum átta. 

Sunnudagin 07.04 - 6. umfar
17.00: Føroyar - Ísland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder