Annað

EM-silvur til Sverra Sandberg Nielsen

27 ára gamli miðvingurin megnaði ikki at endurvinna EM-gullið í Italia seinnapartin – Hann endaði sum nummar tvey aftanfyri týska Oliver Zeidler.

Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: EPA)

Sverri Sandberg Nielsen (Mynd: EPA)

2021-04-11 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað bleiv til eitt silvurheiðursmerki, tá miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen umboðaði Danmark í EM-kappingini í Varese í Italia.

Á heysti í fjør vann føroyski rógvarin gull í EM-kappingini í Póllandi, men í dag endaði hann sum nummar tvey aftanfyri týska Oliver Zeidler í A-finaluni í einskullara hjá monnum.

Oliver Zeidler og Sverri Sandberg Nielsen endaðu eisini á avíkavíst fyrsta og øðrum plássi til HM í 2019.

Í summar skal Sverri umboða Danmark til OL í Tokyo, og tað var eisini orsakað av hesum, at hann ikki var í allar besta formi í løtuni. Tað segði hann í samrøðu við DR í gjár.

Endaliga støðan í A-finaluni í einskullara hjá monnum sæst niðanfyri:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder