Hondbóltur

EM: Til reiðar til hálvfinalurnar

Kroatia, Noreg, Slovenia og Spania skulu spæla í hálvfinalunum í Stokkhólmi í annaðkvøld.

Slovenia og Noreg spældu í gjárkvøldið um 1. plássið, men tað varð ikki satsað nógv uppá at vinna (Mynd: EPA)

Slovenia og Noreg spældu í gjárkvøldið um 1. plássið, men tað varð ikki satsað nógv uppá at vinna (Mynd: EPA)

2020-01-23 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu teir seinastu dystirnir í millumumfarinum leiktir. Øll 12 londini vóru í eldinum – tey í bólki 2 annan dagin á rað.

Dagurin í Malmö endaði við, at Svøríki vann greitt á Íslandi. Hann byrjaði við, at Portugal setti Ungarn uppá pláss. Um ungarar høvdu vunnið, var møguleikin fyri víðari luttøku stórur, men eins og tað sást í ósigrinum á Svøríki smáar tjúgu tímar frammanundan, so var lítið av megi og yvirskotið eftir hjá Ungarn. Úrslitið var týdningarmikið fyri Portugal, tí tað ger, at liðið skal spæla í OL-undankappingini í vár. Portugal hevur ongantíð spælt í OL fyrr. Úrslitið merkir eisini, at Portugal skal spæla ímóti vertunum um 5. plássið í Stokkhólm leygarkvøldið.

[object Object]
Portugal syrgdi fyri, at Ungarn misti møguleikan at koma í hálvfinaluna (Mynd: EPA)

Tá spæla bæði Noreg og Slovenia hálvfinalu: Noreg móti Kroatia og Slovenia móti Spania. Kroatia og Spania spældu javnleik í bólkafinaluni í Wien, og tá Noreg og Slovenia fóru á vøllin í Malmo nakrar tímar seinni, vistu bæði liðini, hvat fór at henda við ósigri, javnleiki og sigri. Noreg spældi við b-ketuni; í norsku leguni varð gjørt greitt, at tað var líkamikið, hvat mótsstøðuliðið fór at verða, hóast flestu serfrøðingarnir mettu, at Spania var liðið, ið bæði vildu sleppa undan. Tað vóru í gjárkvøldið gitingar um, at Slovenia, ið eftir ósigurin hjá Ungarn var víðari og harvið spardi profilarnar, við vilja tapti, tí slovenar vildu sleppa undan Kroatia í hálvfinaluni.

[object Object]
Kevin Gulliksen fekk møguleikan á høgra vongi og skoraði sjey mál uppá sjey royndir. Gulliksen gjørdist toppskjútti; eins og hann gjørdist í sigrinum á Føroyum í U21-HM í Algeria í 2017 (Mynd: EPA)

Uttan Sander Sagosen og hinar føstu leikararnar á liðunum vísti Noreg seg gott fram og vann. Sum tað einasta hevur liðið hjá Christian Berge vunnið allar dystirnar í endaspælinum, og nú vantar seinasta fetið áðrenn finaluna. Kroatia hevur leingi verið partur av oddinum í evropeiskum hondbólti – seinast landið var í einari finalu var tó fyri tíggju árum síðani. Slovenia hevur einaferð verið í finaluni – tað var í EM á heimavølli í 2004. Spania er framvegis í gongd við at verja sítt EM-heitið.


EM-millumumfarið: 

Mikudagin 22.01 - seinasta umfar í millumumfarinum

Bólkur 1: 
Kroatia – Spania 22-22 (11-12)
Hvítarussland – Ungarn 36-36 (19-17)
Kekkia – Týskland 22-26 (10-13)

Spania 9
Kroatia 9
Týskland 6
Eysturríki 3
Hvítarussland 3
Kekkia 0


Bólkur 2: 
Portugal – Ungarn 34-26 (16-14)
Noreg – Slovenia 33-30 (14-13)
Ísland – Svøríki 25-32 (11-18)

Noreg 10
Slovenia 6
Portugal 4
Svøríki 4
Ungarn 4 
Ísland 2

Hálvfinalurnar – Stokkhólm, fríggjadagin 24.01

17.00: Noreg – Kroatia
19.30: Spania – Slovenia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder