21 ára gamli miðvallarin, Emil Weihe Joensen, hevur í dag skrivað undir tvey ára sáttmála við NSÍ.
Miðvallarin er uppvaksin í B36, og hevur hann m.a. spælt 92 dystir í bestu deildini, har hann hevur umboðað feløg sum ÍF, Skála, B36 og EB/Streym.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hóast sín unga aldur, so hevur hálvi glyvramaðurin spælt nógvar dystir í bestu deildini, har hann eisini hevur spælt seks Conference League dystir fyri B36.
Eisini hevur hann umboðað Føroyar á U17, U19 og U21 landsliðunum.
- Í gulu blusuni gleða vit okkum at síggja ein mann, sum altíð hevur rætta hugburðin, arbeiðir hart og hevur góð evnir við bóltinum, sigur NSÍ.
Felagið sigur, at Emil Weihe Joensen byrjar til venjing longu í kvøld, og verður vónandi longu á vøllinum í morgin tá FC Suðuroy er á vitjan við Løkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald