Vit fingu løtuna og sluppu at droyma í eina góða løtu. Føroyar løgdu seg á odda á útvølli móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum. Tá føroyingar í 17. minutti revsaðu Kroatia ógvuliga væl, var talan um mál nummar tvey ímóti hjá kroatum - í dysti nummar 7 í undankappngini.
Man var í barónasongini og á einum HM play-off plássi. Men leiðslan helt tíverri bert í seks minuttir. Eitt sindur av óuppmerksemi í høgru verjusíðu hjá Føroyum, og tað revsaði Manchester City-spælarin Josko Gvardiol við kassa eitt.
Føroyar áttu tó størsta møguleikan seinna helming av seinna hálvleiki: Málskjúttin Geza David Turi sendi Hanus Sørensen væl avstað í vinstru. Føroyski toppskjúttin í undankappingini gjørdi tað mesta rætt, men Livakovic í málinum bjargaði væl við beininum.
![]()
Føroyar komu á odda í Kroatia í 17. minutti, eftir at René Shaki Joensen vann bóltin á kroatisku hálvuni, og Geza Turi fór avstað við honum (Mynd: Sverri Egholm)
Les meira um 1. hálvleik: Føroyar loypti hvøkk á Kroatia
Fyriuttan seinastu minuttrnar fyri steðginum, sóu Føroyar út til at hava gott tamarhald á, men eftir steðgin í Rijeka sóu kroatar út til at skrúva upp. Spælið gekk skjótari, tað var styttri millum vandastøðurnar kring føroyska brotsteigin og longri millum føroysku støðurnar við bólti.
Í 57. minutti skorað Petar Musa heldur enfalt mál - eftir sending í høgru helt áleyparn Odmar Færø frá sær og legð Kroatia á odda. Tjúgu minuttir fyri leiklok høvdu Føroyar havt deyðbólt, sum gjørdist rímiliga vandamikil og burdi givið eitt horna, men kroatar settu skjótt í gongd. Føroyingar vóru nakað seint uppá pláss, Ivan Perisic rann framvið Viljormi Davidsen í vinstru og við aftaru stong, misti Andrias Edmundsson Nikola Vlasic við aftaru stong.
3-1 varð endaliga úrslitið í ársins seinasta HM-undankappingardysti. Kroatia hevði møguleikar at økja, men Føroyar skaptu eisni støður. Innskiftu Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen spældu einaferð væl saman, men Livakovic kom væl út, tvær deyðbóltsstøður burdi givið meira, og tá tað var 1-1 vann Hanus Sørensen bóltin væl, men sendingin yvir um í brotsteignum var óhvasst.
Innskifti Petur Knudsen kom til eina góða støðu, men tað gjørdist heldur spískt (Mynd: Sverri Egholm)
Samanlagt var aftur talan um gott føroyskt avrik í nógvar minuttir, men í truplastu uppgávuni í HM-undankappingini helt spenningurin sær ikki til síðsta bríksl. Nakað av óuppmerksem kostaðu, samstundis sum Kroatia vísti sín klassa.
Kroatia hevur vunnið HM-heiðursmerki tvær kappingar á rað, og man sá í løtum hví. Sigurin tryggjaði enn eitt HM-endaspæl, meðan søti føroyski dreymurin brast. 12 stig í einari undankappng standa tó eftir sum ein varði at byggja víðari á, og føroyingar hava víst nógv jaligt í 2025.
Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í dag, fríggjadagin 14. november - næstseinasta umfar (seinasti dystur hjá Føroyum)
Kroatia - Føroyar 3-1 (1-1)
17' Geza David Turi/sjálvsmál 0-1
23' Josko Gvardiol 1-1
57' Petar Musa 2-1
70' Nikola Vlasic 3-1
Týsdagin spæla Føroyar venjingardyst móti Kasakstan í Kroatia. Meira úr Kroatia seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald