Føroyar taptu 1. desember í fjør heili 9-0 í Montenegro. Í EM-undankappngardysti har í dag byrjaðu føroysku kvinnurnar frálíka væl, men tað skrædnaði tíverri nakað út á dystin.
Føroyar vunnu nakrar ferðir bóltin høgt, og í 10. minutti endaði bólturin hjá Sunnivu Willemoes. HB-miðvallarin skoraði einasta málið hjá Føroyum í Nations League í fjør, og úr umleið 25 metrum í Montenegro smekkaði Sunniva bóltin heilt upp í málhornið.
Frálíkt mál og Føroyar hóttu nakrar ferðir afturat í; millum annað við Eyðvør Klakstein, sum hevði naska skotroynd.
Montenegro hevði tó bara eitt stig ella tvey hægri og var á odda 2-1 í steðginum; verjuspælið hjá Føroyum sat ikki heilt í teimum førinum.
Eftir steðgin høvdu Føroyar lítið at bjóða uppá frameftir, og tað snúði seg mest um at verja.
Tað endaði 5-1, ið er eitt mál ella tvey ov nógv, í mun til dystargongdina annars. Tvey mál komu heilt tó seint í dystinum. Tað eru batar at síggja í fleiri pørtum hjá Føroyum, men fleiri mál vóru "heldur løtt".
Føroyar hava null stig fyri tveir dystir. 31. mai taka okkara ímóti Andorra, ið er lægst styrkismetta liðið í bólkinum.
EM undankapping - bólkur C3
2. umfar, týsdagin 09.04
Montenegro - Føroyar 5-1 (2-1)
10' Sunniva Willemoes Dal Christiansen (Eyðvør Klakstein) 0-1
17' 1-1
41' 2-1
58' 3-1
84' 4-1
90' 5-1
Føroyar: 5-4-1 (3-4-3): Eyðgerð Rúnadóttir Mikkelsen - Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (55' Sanna Svarvadal), Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Durita Hummeland (46' Tórunn Højgaard Joensen) og Ásla Johannesen (L) - Eyðvør Klakstein, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes og Heidi Sevdal (46' Fridrikka Clementsen) - Malena Olsen (55' Mona Rasmusdóttir)
Høvuðsvenjari: Signe Pries Andersen
Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
1. Montenegro 6 stig (+9)
2. Grikkaland 6 stig (+4)
3. Føroyar 0 stig (-5)
4. Andorra 0 stig (-8)
3. umfar, 31. mai:
Føroyar - Andorra
Grikkaland - Montenegro
Dagført: 21.04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald