Annað

Endiliga vunnu teir: Settu Ongland upp á pláss!

U17 Nevza-kappingin, dreingir: Føroyar - Ongland 3-0 (25-17, 25-21, 25-20).

Julian West Niclasen (nr. 2) og Mattias Nolsøe Isaksen

Julian West Niclasen (nr. 2) og Mattias Nolsøe Isaksen

2019-10-16 13:34 Author image
Innsent
placeholder

Føroysku U17-flogbóltsdreingirnir hava havt eina trupla kapping hesaferð, men í morgun vístu teir rættiliga sínar dygdir, tá ið Ongland stóð hinu megin netið.

Mótstøðan er altíð sera sterk, tá ið talan er um Nevza-kappingar. Og í ár er støðið rættiliga høgt, so hóast vit hava eitt gott lið, við royndum leikarum, hevur tað verið mótbrekka allan vegin. Inntil í dag, nú føroyska liðið frá byrjan tóktist koma á vøllin við sterkum vilja og trúnni uppá, at tað ber til. Og tað gjørdi tað.

Dreingirnir vóru undir trýsti í øllum settunum at byrja við, og øll settini vóru rættiliga jøvn langt uppeftir, men dreingirnir hildu seg sum oftast nakað frammanfyri, og Ongland mátti renna aftaná. Og felags fyri øll settini var eisini, at okkara dreingir høvdu loysnirnar til seinast, og vunnu tí øll trý settini trygt. Nakað sum annars hevur manglað eitt sindur hesaferð.

Tað sást eisini á dreingjunum, at ein byrða var tikin at teirra herðum, nú fyrsti sigurin endiliga var har. So er bara at vóna, at uppskriftin nú er funnin, og at dreingirnir eisini megna at koppa Noregi. Dysturin móti Noregi verður klokkan 18 í kvøld.

Tann dysturin sæst her

Julian og Mattias
Sum hevari er Julian West Niclasen arkitekturin aftan fyri alt álposspælið hjá liðnum. Tað dugir Julian sum fáur, og í dag hevði hann í Mattiasi Nolsøe Isaksen eitt sera sterkt vápn.

Mattias vann nógvar avgerandi bóltar fyri Føroyar og spældi sín besta dyst higartil.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder