Enn ein arbeiðsdagur í Ardennara fjøllunum í Norðurfraklandi gingu eftir ætlan hjá føroyska súkklaranum Torkili Veyhe, hóast hann sjálvur einans fekk eitt 97. pláss í gjár.
Tí liðfelagi hansara, Alexander Kamp vann, og kann nú súkkla í gulu leiðslutroyggjuni nú Circuiet des Ardennes skal avgerast í dag.
Kappingin í gjár var 158 harðir kilometrar frá Rocroi til Monthermé. Umframt teir næstan 160 kilometrarnar, skuldu umleið 3.000 hæddarmetrar eisini súkklast í teimum 10 brekkunum í Ardennunum, og slíkt hóvar vanliga ikki Torkili.
- Eg havði tað hart, sat við í tí mesta og tryggjaði at Alexander Kamp kundi spara seg so nógv sum møguligt, greiðir Torkil Veyhe frá.
Tað var annars sprintarin Nicolai Brøchner, sum royndi seg í eini rýming í dag, men hon helt ikki allan vegin. Ístaðin stakk Alexander Kamp avstað móti endanum av kappingini, og náddi á mál sum tann fyrsti í spurtinum.
Hann vann eisini 10 sekund inn á vinnaran frá fyrsta degnum fríggjadegnum, Kaden Groves, og kundi sostatt lata seg í gulu føraratroyggjuna sum nummar eitt í kappingini, sum endar við tveimum kappingum í dag.
Fyrst verður ein stuttur teinur súkklaður, 60 kilometrar úr Dom-le-Mesnil til Cote d’Aiglemong og seinnapartin 82 kilometrar úr Villers-Semeuse til Charleville-Mézières.
Torkil gjørdist í gjár nummar 97 yvir 11 minuttir eftir vinnaran, og liggur nú á 111. plássi, góðar 19 minuttir eftir vinnaran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald