Í dag hevur ÍF kunngjørt enn ein nýggjan spælara. Talan er um fjórða útlendska styrkin hjá uppflytaranum, og er hetta annar spælarin úr Argentina, ið hevur skrivað undir sáttmála fyri 2023 í Fuglafirði.
Síðst í januar kom avtala endaliga í lag við verjukenda Elvio Gelmini, sum eisini spældi við felagnum í fyrru hálvu í fjør. Hann er nú liðfelagi við landsmannin Gonzalo Zárate.
Les eisini: Elvio er aftur í Fuglafirði
Zárate er 28-ára gamal og hevur roynt seg eitt sindur í næstbestu og triðbestu deildini í Argentina og næstbestu deildini í Kolumbia.
Á summri 2021 fór álopskendi miðvallarin at royna eydnuna í Evropa, har hann síðani hevur havt sáttmála við KF Ulpiana og Borec Veles. Talan er um lið í bestu deildini í ávíkavist Kosovo og Norðurmekedónia - deildir sum eru styrkismettar nakað omanfyri Betrideildina. Hann er tó ikki skrásettir fyri nakrar dystir í Kosovo.
Jhon Mena, ið ÍF gjørdi sáttmála við fyrr í mánaðinum, hevur eisini royndir úr bestu deildini úr Norðurmakedóna.
ÍF skrivar, at felagið hevur gjørt eina eitt ára avtalu við Gonzalo Zárate. Talan verður helst um seinasta útlendska "keypið" hjá uppflytarunum. Tó kann onkur nýggjur leikari væntast afturat - bolt.fo skrivar í gjár, at ÍF er áhugað at leiga millum annað verjuspælaran Børga Petersen úr KÍ.
Les eisini: ÍF hevði 550.000 krónur í yvirskoti í 2022
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald