Fótbóltur

ÍF hevur gjørt sáttmála við álopskendan spælara úr Kolumbia

25-ára gamli Jhon Mena spældi í fjør átta dystir sum innskiftari í bestu deildini í Makedónia og skoraði eitt mál. Samanlagt er hann skrásettur fyri yvir 50 dystir í tí deildini.

Jhon Mena saman við formanninum hjá ÍF, Georges Rouah (Mynd: ÍF)

Jhon Mena saman við formanninum hjá ÍF, Georges Rouah (Mynd: ÍF)

2023-02-09 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF hevur í kvøld kunngjørt enn ein nýggjan spælara. Talan er um álopskenda Jhon Mena, sum hevur gjørt eitt-ára sáttmála við uppflytaran úr Fuglafirði

- Jhon er 25 ára gamal, og er ættaður úr Kolumbia. Jhon hevur umboða lið úr næstbestu deildini í Kolumbia og í bestu deildini í Makedonia.

Mena spældi í fjør átta dystir í bestu makedónsku deildini, sambært transfermarkt.com - allar sum vongur og allar sum innskiftari. Kolumbianski spælarin var eisini á vøllinum í tveimum dystum í UEFA Conference League móti CSKA Sofia, harav tann eina frá byrjan.

Samanlagt er Mena skrásettur fyri 51 dystir í Prva Liga, ið er besta deildin í Makedónia. Talan hevur ikki verið um meira enn tvey mál, men meginpartin av dystinum hevur hann verið innskiftari, og hevur kolumbiski spælarin javnan verið nýttur sum bakkur.

ÍF skrivar, at Jhon Mena kann røkja flestu framrættadu plássini, men er fyrst og fremst áleypari. Harvið skal hesin nýggi spælarin vera við til at skjóta neyðugu málini fyri uppflytararnar. 

Sunnudagin skrivaði ÍF undir við danska miðvallaran Tommy Møller Nielsen, og vikuskifti frammanundan tí kom avtalan við afturvenda argentinan Elvio Gelmini endaliga uppá pláss. 

Dagført: Kl.20.55

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder