Dysturin millum Tottenham og Fulham í Premier League í kvøld er útsettur orsaka av korona.
Orsøkin er, at fleiri av leikarunum í hópinum hjá Fulham hava víst seg vera positivir í eini koronakanning. Fleiri hava eisini víst sjúkutekin, skrivar Premier League á Twitter.
Enn er óvist nær dysturin kann spælast, men tað kann vísa seg at gerast ein trupulleiki, um ikki Tottenham rýkur út í einum av steypakappingunum, EFL Cup, FA Cup ella Europa League.
Tí nú eru ongir dagar eftir í kalendaranum, har hesin dystur kann vera spældur.
Fyrradagin varð dysturin millum Everton og Manchester City eisini útsettur, tá fleiri smittaðir vórðu staðfestir í hópinum hjá City.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald