U20 menninir gjørdu tað heldur spennandi til síðst, tá teir annars høvdu vunnið sær eina trivaliga leiðslu upp á seks mál. Tá samanumkom vann Føroyar 33-31 á Noreg.
Hetta var fyrsti dysturin nú EM-endaspælið í Portugal er farið í tveir bólkar. Føroyar eru í B-bólkinum, og skulu spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum næsta ár.
Støðan í steðginum var 16-16, og eftir eina góða byrjan í seinna hálvleiki løgdu okkara menn seg framum við seks málum eina løtu.
Stóri munurin á dystinum í dag, og avsmurninginum móti Slovenia sunnudagin, var Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum var við aftur. Stóra stjørnan á føroyska liðnum var ikki hundrað prosent, men hann gjørdi sera stóran mun og gjørdist greiður toppskjútti við 12 málum.
Í morgin bíðar póllendsk mótstøða. Tað verður trupult, men vinna vit tann dystin, eru møguleikarnir góðir fyri at vinna sær víðari luttøku.
Føroyar hava seinastu vikuna vunnið á tveimum hondbóltstjóðum. Hósdagin vunnu U20 menninir á Danmark, og í dag vunnu teir móti Noreg.
Føroyar-Pólland U20 verður leiktur klokkan 12 í morgin føroyska tíð. Kringvarpið sjónvarpar dystin.
Norra - Føroyar 31-33 (16-16)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 12 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Pauli Mittún 3 mál
Sveinur Olafsson 3 mál
Baldur Gillason 2 mál
Janus Dam Djurhuus 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Óli Mittún 2 mál
Viktor Gaini 2 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald