- Tá hugsað verður um, at øll tey sterku liðini stillaðu upp við somu manning, sum tey fara at brúka til Amstel Gold Race í vikuskitinum, so var tað eitt fantiskt úrslit fyri okkum at fáa Alexander Kamp í mál sum nummar átta.
Soleiðis sigur føroyski súkklarin Torkil Veyhe eftir at allir súkklararnir eru komnir á mál í belgiska semiklassikaranum De Brabrentse Pijl í dag.
Mathieu van der Poel
Ungi gávuríki hollendarin, Mathieu van der Poel, sum súkklar fyri Corendon-Circus, vann sannførandi í dag framman fyri Julian Alaphilippe, Tim Wellens og Michael Mattews. Júst hesir vóru frammundan mettir at vera favorittar í dag. Hesir fýra komu samlaðir á mál, nakað framman fyri restina.
Danski Alexander Kamp endaði nummar átta.
Danska liðið Team Realdynez hevði longu frammanundan boðað frá, at teir høvdu stórar ætlanir við Alexander Kamp í dag, og eitt 8. plásser eitt fantastiskt úrslit fyri hann og fyri liðið, sigur Torkil Veyhe.
Sjálvur súkklaði hann ikki allan vegin á mál í dag. Hansara uppgáva var at seta ferðina frammi í feltinum, og harvið hjálpa og skerma av fyri Alexander Kamp, so hann fekk eitt gott útgangsstøði tá komið var fram til umfarið móti endanum av teininum.
Súkklað var eitt umfar fleiri ferðir móti endanum, so tá teir fóru um málstrikuna næstsíðstu ferð, valdi Torkil at bremsa og seta seg í liðbussin.
- Eg hevði brúkt allar mína orku tá, og var dottin somikið langt aftur, at eg kundi ikki vera til nakra hjálp meira, sigur Torkil Veihe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald