Kappróður

Enn eitt silvurheiðursmerki til Sverra

Miðvingurin endaði á einum 2. plássi í A-finaluni í einskullara í World Cup kappingini í Italia aftanfyri norðmannin Kjetil Borch.

(Mynd: Rógvi Langgaard/Føroya Tele)

(Mynd: Rógvi Langgaard/Føroya Tele)

2021-06-06 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri løtu síðani vann miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen eitt silvurheiðursmerki í A-finaluni í einskullara í World Cup III kappingini í Sabaudia í Italia.

Hann gjørdist næstur á mál við tíðini 6.39.32 – 0.20 sekund eftir norðmanninum Kjetil Borch, sum gjørdist fyrstur á mál við tíðini 6.39.12.

Róðurin var ógvuliga tættur, og gjørdist kappingin at enda sera hørð millum teir báðar, men at enda megnaði norðmaðurin at koma fyrstur á mál.

Á 3. plássi endaði týski Oliver Zeidler, sum annars er endaður frammanfyri bæði Sverra og Kjetil Borch í seinastu kappingunum, eitt nú í World Cup II kappingini í Sveis fyri tveimum vikum síðani, har Sverri eisini gjørdist nummar tvey. Tíðin hjá Oliver Zeidler í dag var 6.39.47.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder