placeholder
Fótbóltur

Ensk feløg hittast í finaluni

Chelsea vann 2-0 á Real Madrid í London í gjárkvøldið, og harvið skal felagið fyri triðju ferð spæla eina Champions League-finalu síðst í mánaðinum. Mótstøðuliðið verður Manchester City, sum ongantíð áður hevur verið í finaluni.

Werner og Mount skoraðu málini, tá Chelsea koppaði Real Madrid í gjárkvøldið

Werner og Mount skoraðu málini, tá Chelsea koppaði Real Madrid í gjárkvøldið

2021-05-06 12:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri aðru ferð uppá trý ár og fyri triðju ferð í søguni, bresta tvey ensk feløg saman í Champions League-finaluni. Hetta er greitt eftir seinnu hálvfinalurnar, sum hava verið í Onglandi júst farnu dagarnar.

Í 2008 spældu Manchester United og Chelsea í 120 minuttir í regninum í Moskva, og neyðugt var við brotsspørkum. Eftir sigurin hjá Chelsea á Real Madrid í gjárkvøldið er greitt, at London-felagið verður umboðað í Istanbul síðst í hesum mánaðinum. Eins og fyri 13 árum síðani, fær Chelsea enska mótstøðu í finaluni, og felagið hevur møguleikan at vinna sítt Champions League-heiti nummar tvey: Í 2012 eydnaðist tað at basa Bayern eftir enn eina brotssparkskapping.

Chelsea stríddi seg til finaluna eftir tvey frálík avrik móti greitt mest vinnandi felagnum í kappingini. Í Madrid í farnu viku endaði tað 1-1, og liðið hjá Thomas Tuchel fekk nýtt góða útgangsstøði í gjárkvøldið. Real Madrid spældi væl í 1. hálvleiki og fekk hótt vælskipaða Chelsea-liðið nakrar ferðir. Men heimaliðið lá eisini framvið og kom eisini á odda í 28. minutti. Kai Havertz rakti yvirleggjaran, og so var Timo Werner til reiðar. Týski áleyparin hevur misnýtt eina rúgvu av málmøguleikum í ár - millum annað ein í Madrid - men í hesum førinum fekk hann eitt ógvuliga týdningarmikið mál.

Útiliiðið hevði bóltin væl meira, men Chelsea var meira vandamikið og hevði tveir stórar møguleikar at so at siga avgera alt tíðliga í 2. hálvleiki, men fyrrverandi Chelsea-málverjan, Thibaut Courtois, vardi væl fyri. Tað hevði hann tó ongan møguleika fyri, tá fimm minuttir restaðu í. Christian Pulisic fann Mason Mount, og so setti "akademiidroungurin"eitt sera gott punktum. Thomas Tuchel hevur staðið seg sera væl í London, og nú er hann annað árið á rað í finaluni. Tað gekk ikki hjá Zidane og hansara liðið, og teir noyðast at sita á sofuni og hyggja at, tá Chelsea og Manchester City spæla finalu í Istanbul 29. mai.

Seinnu Champions League-hálvfinalurnar

Í gjár - 05.05
Chelsea - Real Madrid 2-0 (Samanlagt 3-1)

Týskvøldið 04.05
Manchester City - PSG 2-0 (Samanlagt 4-1)
11' Riyad Mahrez 1-0
63' Riyad Mahrez 2-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder