Bæði H71 og VÍF hava fleiri ungar mans, sum ikki hava eina rúgvu av royndum við evropeiskum dystum. Harvið eru hesir dystirnir týdningarmiklir fyri menning og á annan hátt.
Liðini vilja tó - og skulu helst - bjóða nakað av á evropeiska pallinum nú. Mótsstøðuliðið hjá VÍF er verandi steypavinnari í Eysturríki og er helst nakað sterkari enn tað hjá H71, men munurin er, at VÍF hevur heimavøll.
Tað stóð á jøvnum í steðginum í Vestmanna í gjár (13-13), men teir í gulum og bláum fingu ikki hildið stásinum við líka í seinna hálvleiki, har teir bert skutu 9 mál. Verjan og málvejrin hjá Westwien vóru sterk.
Sí eisini: Verður tungt hjá VÍF at venda tí
Tískil hevur VÍF nógv at royna at heinta í kvøld. Fyrsta fokuspunkti er tó helst at spæla ein so góðan seinna dyst sum gjørligt og síggja, hvussu langt tað røkkir.
Sama er galdandi fyri H71, sum vitjar í Brixen. Italska liðið við stórum álopskendum profilum - og nógvum stórum og sterkum spælarum - gav hoyvíkingum stórar trupulleikar í fyrra dystinum hóskvøldið.
Sí eisini: H71 lat 40 mál inn í Italia og tapti greitt
H71 saknar skadda Helga Hildarson Hoydal, og verjan skal sita betri í kvøld, um tað skal gerast ein tættari dystur. Dysturin kann stroymast á Youtube - leinkja er niðanfyri.
European Cup 2. umfar -seinni dystirnir hjá føroysku liðunum
Í dag, leygardagin 19.10
18.00: SSV Brixen - H71 (40-33)
Stroyming: HER
19.00: VÍF - Handball Westwien (22-29)
Vit hava framvegis ikki fingið endaligt svar uppá stroyming í Vestmanna - í gjár kundi tað síggjast á live.hsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald