Fótbóltur

Europa League-finalan: Stórt trýst á United

Felagið hevur ikki vunnið eitt steyp í fýra ár, tá Manchester United vann júst hesa kappingina á fyrsta sinni. Nú skal Solskjær av álvara koma í gongd - Villareal og Emery kunnu skriva søgu.

Ole Gunnar Solskjær hevur staðið seg betri í Premier League enn undanfarin ár, men enn mangla steyp (Mynd: EPA)

Ole Gunnar Solskjær hevur staðið seg betri í Premier League enn undanfarin ár, men enn mangla steyp (Mynd: EPA)

2021-05-26 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um hugt verður eftir venjarunum, so er eingin ivi um, hvør hevur størri vinnarasiðvenju - serliga í júst hesari kapping. Unai Emery er fyri fimtu ferð í einari Europa League-finalu. Spanski venjarin vann kappingina tríggjar ferðir á rað við Sevilla (2014-2016) og var fyri tveimum árum síðani í finaluni við Arsenal. Nú hevur Emery leitt eitt triðja felag í finaluna. Villareal hevur ikki tapt í kappingini og kann í kvøld fáa sítt fyrsta veruliga stóra steyp.

Europa League-steypið hevði merkt nógv fyri felagið og lutfalsliga lítla býin í Castellón við beint yvir 50.000 fólkum. Manchester United vil helst hava fatur á Premier League-steypinum og at aftur veruliga kappast um Champions League-steypið. At vinna eitt steyp aftur er fyrsta stigið, og tað eru fýra ár og tveir dagar síðani, at stórfelagið seinast kundi fegnast um eitt steyp. Tað var júst Europa League-steypið, sum United vann við 2-0 sigri á Ajax í Stokkhólmi.

Tað var undir José Mourinho - síðani Ole Gunnar Solskjær hevur tikið yvir, hevur felagið ikki vunnið nakað steyp, men framgongd var at hóma í Premier League í ár í mun til tey bæði undanfarnu árini, og liðið endaði á 2. plássi við 74 stigum. Í fjør tapti United fyri Sevilla í hálvfinaluni í Europa League, men nú vilja Fernandes, Rashford og hinir royna at taka eitt nýtt fet.

Fyri United kann tað verða ein dyggur smeitur, at liðformaðurin og stýrimaðurin í vejruni, Harry Maguire er davaður av skaða. Hann vandi ikki við á leikvøllinum á Gdansk í gjár, og tað er ósannlíkt, at hann fær nakran leiklut á vøllinum í kvøld. Annars eru flestu leikararnir hjá báðum liðunum tøkir.

Manchester United er favorittur, sambært flestu viðmerkjarunum og veddingarfyritøkunum, men ein tøtt finala kann væntast í Póllandi í kvøld. Fyrsta bríksl verður klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder