Av teimum átta føroysku liðunum - fýra teimum fremstu í ávíkavist Burn-deildini og SMS-deildini - ið hava rættin at luttaka í EHF European Cup, hava seks lið meldað til. Talan er um H71 og Neistan hjá bæði kvinnum, umframt mansliðið úr Vestmanna og Team Klaksvík.
Sí eisini: Seks lið fara at spæla evropeiskan hondbólt seinni í ár
Lutakastið til fyrstu umførini verður um eina viku, týsdagin 18. juni, í Wien. Hetta verður stroymað á youtube-síðuni hjá EHF.
Orsakað av góðu úrslitunum hjá H71 í kappingini seinastu árini, eru liðini hjá felagnum styrkismett. Tað merkir, at tað er størri møguleiki fyri at fáa eitt høgligt lutakast í umfarinum, har samanlagt 64 lið eru við.
Serliga kvinnurnar hava staðið seg væl, og tær kunnu møta 31 ymiskum liðum - millum annað WHC Cair Skopje úr Norðurmakedónia, sum H71 fyrr hevur sent út. Liðið verður væl yngri næsta kappingarár. Tað er styrkismett saman við millum annað verandi vinnarunum Konyaalti BLD SK úr Turkalandi og ÍBV úr Íslandi, har Ingibjørg Olsen spælir. Neistin er í hinaru hálvuni - tær fáa helst nakað sterkari mótstøðu í fyrru dystunum, sum verða spældir síðstu vikuna í september.
H71 og Neistin skulu royna seg í fyrsta umfari í EHF European Cup (Mynd: Sverri Egholm)
Menninir leggja út fyrr í mánaðinum. Hetta tí at tólv lið fleiri eru við enn hjá kvinnum, og tað harvið er neyðugt við einum "undanumfari", sum tólv lið koma víðari frá. Tvey av liðunum í hesum umfarinum eru Team Klaksvík og Neistin. Tey eru ikki styrkismett og kunnu møta eitt av hesum tólv liðunum:
GRE Diomidis Argous (Grikkaland), HC ROBE Zubri (Kekkia), HC Dinamo (Serbia),
Mistra (Estlandi), HC Käerjeng (Luksemborg), Holon Yuvalim HC (Ísrael),
Fivers (Eysturríki), Valur (Ísland), SV Brixen Handball (Italia), Besiktas (Turkaland), RK Sloboda (Bosnia & Hersegovina), IFK Handball Helsinki (Finnland)
VÍF er, sum vinnari av grundspælinum, í 2. umfari. Vestmenningar eru ikki styrkismettir, men tað er H71. Menninir úr Hoyvík hava spælt fleiri evropeiskar dystir seinastu árini, og hetta telur upp og ger fyritreytirnar betri á pappírinum.
Meira um hetta sæst á eurohandball.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald