Annað

Evropeiski flogbóltsforsetin til Føroya

Evsti maður innan evropeiskan flogbólt verður til staðar undir steypafinalunum.

Aleksandar Boričić handar liðskiparanum steyp tá Russland vann evropameistaraheitið í Polandi í 2017 (Savnsmynd: EPA)

Aleksandar Boričić handar liðskiparanum steyp tá Russland vann evropameistaraheitið í Polandi í 2017 (Savnsmynd: EPA)

2020-02-12 16:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað verður fín altjóða vitjan, tá steypafinalurnar millum kvinnu- og mansliðini hjá Mjølnir og SÍ vera næsta vikuskiftið. Forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić, kemur til Føroya fríggjadagin í næstu viku

Serbin Aleksandar Boričić verður við til steypafinalurnar leygardagin og eisini onkra av ungdómsfinalunum, sum vera sunnudagin.

Tað er Flogbóltssamband Føroya, sum hevur boðið forsetanum í CEV hendavegin, og fyri føroyska starvsfelagan, Magnus Tausen, er tað bæði hugaligt og týdningarmikið, at tey stýrandi í evropeiska flogbóltsfelagsskapinum við egnum eygum sleppa at síggja, hvussu flogbólturin her á landi er skipaður.

Gott samstarv
- Vit hava eitt gott samstarv við CEV og halda tað vera týdningarmikið at fáa Aleksandar Boričić hendavegin, so hann sleppur at uppliva, hvussu føroyskur flogbóltur hevur tað. Tað er ikki á hvørjum degi, at tað eydnast okkum at fáa sjálvan forsetan hendavegin, og tí fegnast vit um, at tað bar til nú steypafinalurnar, sum er eitt heilt serligt vikuskiftið fyri føroyskan flogbólt, eru á skránni, sigur Magnus Tausen.

Aleksandar Boričić er føddur í 1948 og hevur spælt nógvan flogbólt sjálvur. Hann hevur spælt 103 landsdystir og gjørdist nummar trý til EM í 1975. Eisini hevur hann vunnið nógv serbisk meistaraheiti.

Tá hann gavst at spæla gjørdist hann venjari, har hann fyrst og fremst hevur gjørt um seg sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Reyðu Stjørnu, sum undir hansara leiðslu vann jugoslaviska meistaraheitið fimm ferðir og steypakappingina fýra ferðir. Harumframt var hann eisini landsliðsvenjari hjá serbisku kvinnunum í sama tíðarskeiði.

[object Object]
Aleksandar Boričić og forsetin í føroyska flogbóltssambandinum, Magnus Tausen

Flogbóltspolitikari síðani 1992
Aleksandar Boričić hevur verið aktivur flogbóltspolitikari síðan 1992. Hann var forseti í heimliga flogbóltssambandinum og gjørdist í 2001 varaforseti í evropeiska flogbóltssambandinum.

Í 2011 fekk hann heitið Senior Vice-President, og í oktober 2015 tók hann við sum forseti í evropeiska flogbóltssambandinum. Umframt tað hevur hann eisini verið varaforseti í altjóða flogbóltssambandinum, FIVB, síðan 2016.

Aleksandar Boričić kemur til Føroya 21. februar og fer av landinum aftur 25. februar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder