Fótbóltur

Eyðmýkingin á Gibraltar: Brian Kerr gav eina skideballe sum ongantíð áður

- Veðrið var øðiliga vánaligt. Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson minnast aftur á 3-0 tapið í 2011.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-09 13:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mars 2011 var Gibraltar ikki limaland í UEFA, men Føroyar fingu ein óalmennan venjingardyst móit lítla landinum á markinum til Spania.

Hetta var ikki væleydnað.

- Tað kom sovorit glopraregn, sum eg ongantíð áður havi upplivað, sigur Jóan Símun Edmundsson.

- Tað oysti niður, og tað var kolandi stormur, minnist Hallur Hansson.

Verri var at Føroyar taptu 3-0, og liðið var fyri hørðum atfinningum. Fúl skomm og arrogansa vóru millum annað nýtt í føroyskum miðlum eftir tapið, meðan frøin var stór á Gibraltar um ein søguligan sigur. 

Kringvarpið hevur gravað eitt gamalt innslag við brotum frá dystinum og kjakið millum Una Holm Johannesen, sum tá var ítróttarskrivari í Miðlahúsinum, og Róin Schrøter frá FSF. Tað sæst HER

Sí eisini: Jóan Símun er ógvuliga fegin um at vera við aftur

Applsinin og "skideballan" hjá Brian Kerr

Írski landsliðsvenjarin hjá Føroyum var sum vera man ikki blíður eftir dystin. Hallur Hansson var tá 18-ára gamal og var á landsliðnum fyri fyrstu ferð.

- Hann ringdi faktist seinni og rósti mær fyri míni avrik á venjingarleguni. Eg hugsaði ikki so nógv um skommina í tapinum tá, men eg minnist eftir dystin á Gibraltar, at Brian Kerr gekk runt við einari appelsin og kastaði hana uppeftir nakrar. Eingin tordi at siga nakað.....so spilti hann okkum út og serliga teir, sum byrjaðu á bonkinum: At man ikki var nóg góður at byrja inni á hesum liðnum.

Jóan Símun Edmundsson var eisini tá ein ungur spælari. Hóast hann ikki spældi 2. hálvleik, har øll málini komu, so lærdi hann ymiskt frá dystinum.

- Tað var so vánaligt veður, at eg sat inni allan 2. hálvleik, sum eg ongantíð havi sæð. Men tað var katastrofalt...Brian Kerr gav okkum eina skideballe, sum eg ikki hevði upplivað áðrenn og heldur ikki síðani.

- Hatta vísti, at um vit føroyingar ikki eru heilt til reiðar, so vinna vit ikki. Vit tóku ov lætt uppá tað, sum eg minnist.

Trý ár seinni vunnu Føroyar 4-1 í venjingardysti á Gibraltar. Bæði Jóan Símun og Hallur skoraðu. 

Sí eisini: Video: Hallur hugsar bara um at vinna dystin í kvøld

Í kvøld klokkan 19.45 fara royndu menninir og hinir føroyingarnir, sum eru í favorittleiklutinum, aftur eftir sigri móti Gibraltar. Hetta verður fyrsti kappingardystur millum londini. Talan verður um fyrsta landsdystin á heimavølli há Halli í trý ár - og tann fyrsta heimadystin hjá nýggja venjaratoyminum. 

Til ber at keypa atgongumerki her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder