Í dag byrjar heimsmeistarakappingin í para-badminton í Basel í Sveis.
Eydna Mouritsen úr Miðvágs badmintonfelag, sum seinastu tvey árini hevur vant og kappast í para-badminton í bólkinum fyri koyristólsbrúkarar er fyrsti føringur, ið luttekur í hesari stóru kapping
Eydna hevur kvalifiserað seg til kappingina við at luttaka í altjóða para-badminton kappingum seinasta hálvtannað árið, men tað eru ikki meir enn tíggju mánaðir síðani hon fekk ein rættiligan badminton koyritól, ið ger, at hon nú fær vant at taka ímóti og sláa m.a. høgar bóltar, og kann nú eisini ferðast lættari runt á vøllinum.
Av tí at Eydna hevur spælt lutfalsliga stutt í mun til flestu av kappingarneytunum, eru vónirnar at vinna dystir avmarkaðar. Málið er at betra seg í mun til aðrar kappingar, ið hon hevur luttikið í.
Hetta merkir tó ikki at Eydna ikki fer at gera sítt besta, so spennandi verður at fylgja henni í kappingini næstu dagarnar. Eydna er í løtuni nummar 27. á heimsstyrkilistanum í sínum bólki.
Fyrsti dysturin hjá Eydnu er kl 15 í dag, og er móti eini kvinnuu úr Kenja, ið liggur á 23. plássi á heimsstyrkilistanum.
Við á ferðini eru Paulo Pinheiro, landsliðsvenjari í para-badminton og Helga Mouritsen.
Tað ber til at fylgja beinleiðis við dystinum her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald