Annað

Eydnudeild Føroya til kapping í Danmark

Sjey føroysk børn fara til Danmark til hondbóltskapping.

Mynd frá kappingini í fjør

Mynd frá kappingini í fjør

2019-06-03 08:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eydnudeild føroya er eitt hondbóltsfelag fyri børn, sum ikki megna at venja úti í vanligu feløgunum. Vit eru ein systirdeild hjá donsku LYKKELIGA.

Í Føroyum høvdu vit okkara fyrstu venjing skírisdag 2018, og vit hava regluligar venjingar hvønn týsdag kl. 17-18 í høllini í Kollafirði. Morten Hust Petersen er venur børnini.

Børnini, sum venja, eru úr nógvum ymiskum støðum í landinum. Vit hava børn úr Tórshavn, Hoyvík, Argjum, Oyrareingjum, Miðvági, Norðskála og Runavík.

LYKKELIGA er stórt. Í Danmark, Føroyum og Grønlandi eru 45 lið og umleið 600 spælarir, sum hvørja viku venja hondbólt.

Flestu av hesum spælarum hittast leygardagin 8. juni í GIGANTIUM í Ålborg til at seta eitt ordans punktum fyri kappingina.

Og tað verður stórt!

Fleiri av heimsins bestu spælarum hjá bæði kvinnum og monnum, t.d. Helle Thomsen, Mulle, Henrik Mølgaard og sjálvandi stovnarin av LYKKELIGA Rikke Nielsen og fleiri onnur verða har fyri at heppa og geva "high five" og tey koma heilt sikkurt eisini inn á vøllin at geva eina hjálpandi hond, um neyðugt.

Eisini dómarnir eru verðinskendir í hondbóltsverðini, so hetta er veruliga stórt.

Wafande kemur at syngja fyri okkum, og tey sum ynskja, fáa sjálvandi autograf, klemm, high-five og selfie aftaná.

Sum foreldur til ein EYDNUSPÆLARA er torført at siga við orðum hvussu fantastiskur hesin dagurin er.

Okkara børn eru veruligar STJØRNUR frá tí vit trína inn í GIGANTIUM í Ålborg tíðliga um morgunin, til vit fara avstað seint um kvøldið tá GALLA veitslan er liðug.

Øll liðini ganga skrúðgongu inn í høllina áðrenn kappingin byrjar, og øll lið verða presenteraði.

Øll eru glað og hjálpa hvørjum øðrum og heppa á hvønn annan, og ØLL vinna!

Úr Føroyum fara 7 Eydnuspælarir við til LYKKE-CUP 2019. Teir eru: Frits Joensen 13 ár, Gutti Eliassen 13 ár, Drós Vang 8 ár, Mia Jóhanna Davidsen Klein 9 ár, Karla Rasmussen 15 ár, Sólveig Asmita Hansen 16 ár og Regin Christoffer Vatnsdal 9 ár.

Allir spælarnir hava onkran avvarðandi við sær. Nøkur hava lagt hetta saman við summarferiu í ár, meðan onnur taka tað sum eitt forlongt vikuskiftið.

Eitt fantastiskt tiltak, og okkara vón er at fleiri spælarir úr Føroyum koma við til venjingarnar hjá okkum, tí her eru Øll vælkomin. Vit hava eina Facebook síðu, sum eitur Eydnudeild Føroyar og vit eru eisini á Instagram, har vit eita eydnudeild.

- Eydnudeild Føroya

[object Object]

(Føroyska ferðalagið í fjør)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder