Fótbóltur

Eyðun: – Ein stórur heiður at fáa møguleikan

Vit fara ikki bara at kollvelta alt, og einki er ókeypis. Aðalmálið er at fáa stig og yvirhála Lettland í bólkinum, sigur fyribils landsliðsvenjarin í sínari fyrstu samrøðu síðani setanina.

Eyðun Klakkstein (Savnsmynd: FSF)

Eyðun Klakkstein (Savnsmynd: FSF)

2024-11-03 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðun Klakstein kunnger hópin til dystirnar í Armenia og Norðurmakedónia í morgin.

– Tað var rættiliga óvæntað, at eg varð spurdur um at venja manslandsliðið hesar seinastu dystirnar í ár. Men tá ið umstøðurnar nú blivu soleiðis, og brúk var fyri avloysarum í tveir dystir, kenni eg tað sum stóran heiður at verða spurdur og fáa álitið. Undankappingin hjá U21 landsliðnum er júst liðug, hon gekk væl, og vit eru til reiðar at taka hesa stóru eyka uppgávu á okkum, og vit vilja gera alt, sum vit megna, fyri, at tað fer at ganga væl.

Soleiðis segði Eyðun Klakstein við Portalin, tá vit fingu orðið á hann á Tórsvølli í gjárkvøldið. Fyribils høvuðsvenjarin á A-landsliðnum fekk “skipsboðini” 16. oktober. Síðani hava hann og Atli Gregersen, hjálparvenjari, fyrireika seg til uppgávurnar, sum eru í Armenia og Norðurmakedónia 14. november og 17. november.

– Vit hava nú arbeitt við manslandsliðnum í góðar tvær vikur. Vit fylgja vanliga væl við í føroyskum fótbólti og við útisetum, so tað hevur ikki verið neyðugt hjá okkum at gera nakað stórt arbeiði fyri seta okkum inn í, hvørjir spælararnir eru, og hvat teir duga. Men vit hava sjálvandi fylgt meira miðvíst við gongdini og støðuni hjá teimum ymisku spælarunum, sum eru upp á tal til landsliðið.

Hetta er ein stór og spennandi fótbóltslig uppgáva, staðfestir 51-ára gamli klaksvíkingurin.

– Vit hava eisini lagt eina ætlan fyri, hvussu vit skipa okkum, hvussu vit skulu fyrireika okkum til dystirnar, og hvørja ætlan vit skulu hava fyri sjálvar dystirnar. Fyrst og fremst snýr uppgávan seg um fótbólt, um greiningar, taktikk, úttøku av spælarum, venjingar og annað, men tað ræður eisini um at skapa eitt gott og dugnaligt umhvørvi rundan um landsliðið.

Men hvussu er so við úttøkuni? Fólk gita millum annað nú, at menn sum Hallur Hansson og Páll Klettskarð, unframt yngri kreftur, verða at síggja. Landsliðsúttøkur verða oftast viðgjørdar gjølla - og tað ger fyribils venjaratoymi eisini frammanundan:

– Tað er munur á at fylgja við einum landsliði í einari vissari frástøðu, hava ókeypis hugsanir um spælarar og avrik, og so at vera tann, sum hevur endaligu ábyrgdina av liðnum. Tað krevur eitt neyvt og miðvíst arbeiði, men tað er eisini ein sera spennandi og hugalig uppgáva at hava.

– Uppgávan við manslandsliðnum er avmarkað til ein mánað og tveir dystir, og tí ber ikki til at kollvelta alt, bara tí vit nú hava fingið kjansin. Hetta er ikki ein ókeypis umgangur. Aðalmálið hjá okkum er at fáa stig í dystunum og toga okkum fram um Lettland, og tí hugsa vit fyrst og fremst um at velja ein góðan og sterkan hóp, sum er førur fyri at spæla tveir krevjandi og týðandi dystir innan fyri fáar dagar.

Hóast nakrar broytingar heilt víst verða, so fer Eyðun Klakstein ikki at standa fyri stórari kollvelting. Sum hann vísur á omanfyri, so snýr hetta seg sanniliga um at fáa stig:

– Onkrar broytingar verða í hópinum, men hinvegin vita vit eisini, at nógvir góðir spælarar eru í hópinum, og at alt ikki skal broytast. Vit fáa vant við samlaða hópinum í tveir dagar áðrenn fyrra dystin, og harvið er tíðin at fyrireika seg á vøllinum avmarkað. Tí skulu vit brúka grundarlagið, sum er skapt, og síðani gera tær tillagingar og broytingar í hópi, taktikki og spæli, sum vit halda eru neyðugar at gera.

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen taka í dag endaligu avgerðina um, hvør skal við til Armenia og Norðurmakedónia. Spurdur um fleiri U21-spælarar koma við, svarar Eyðun, at har eru nakrir, sum eru uppá tal.

– Vit hava havt ein sera góðan U21 landsliðshóp seinastu tvey árini, og teir hava avrikið væl. Har eru fleiri spælarar, sum nú bjóða seg fram til landsliðið, og tað kann vera, at onkur teirra verða úttikin hesaferð.

U21-landsliðið hevur spælt sín seinasta dyst í ár. Meginpartin av teimum føstu í tí hópinum eru nú ov gamlir til ungdómslandsliðsfótbólt.

Landsliðshópurin verður kunngjørdur mánadagin klokkan 10. Teir heimligu spælararnir, sum verða úttiknir, venja saman seinni mánadagin umframt týsdagin, hósdagin og fríggjadagin. Mánadagin 11. november ferðast landsliðshópurin til Armenia, og so verður farið undir veruligu fyrireikingarnar til teir báðar seinastu dystirnar í Nations League í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder