Tað verður Eyðun Klakstein, ið skal stjórna U17-landsliðnum við dreingjum komandi tvey árini. Hesum boðar FSF frá í dag. Samstundis hevur Fótbóltssamband Føroya longt avtaluna við Fróða Benjaminsen, sum spældi undir Eyðuni Klakstein á Skála í sínum seinasta árið í Betrideildini, um at halda fram sum hjálparvenjari.
– Hetta er ein spennandi og stór uppgáva. Talan er um ein aldursbólk av fótbóltsspælarum, ið standa í besta blóma, og vónandi kunnu vit, ið hava ábyrgd av landsliðunum, eisini vera við til at leggja okkurt munagott í beinini á hesum dreingjunum.
Hetta sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF. Hann hevur áður verið landsliðsvenjari hjá U19 við dreingjum.
U17-dreingirnir skulu eftir ætlan til tvær altjóða kappingar í hesum árinum. Í august er NM á skránni í Noregi, og í oktober skulu dreingirnir til EM-undankapping í Eysturríki.
– Avbjóðingarnar í NM og EM krevja, at spælarar og leiðarar fyrireika seg væl. Hóast mótstøðuliðini stundum eru sterk, skulu vit altíð spæla fyri okkara møguleika og fáa so gott úrslit sum gjørligt, sigur nýggi venjarin
Fyrsta venjingin hjá Eyðuni og Fróða sum U17-landsliðsvenjarar verður týsdagin 4. mai, tá skipað verður fyri økisvenjing í Fuglafirði. Tvær aðrar økisvenjingar verða, og síðani verða 12 landsliðsvenjingar og ein venjingarlega, áðrenn liðið fer til NM-kappingina, sambært fsf.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald