FSF: Eftir at hava luttikið í Champions League í síðstu viku, høvdu kvinnurnar úr KÍ aftur dyst í Betri Deildini leygardagin, tá tær vóru á vitjan hjá Víkingi í Sarpugerði. Undan dystinum varð Eyðvør Klakstein kunngjørd og heiðrað sum besti spælarin í august.
Tað eru venjararnir í deildini, umframt umboð fyri Televarpið, sum velja besta spælaran hvønn mánað, og hesaferð var tað aftur Eyðvør, sum fór avstað við heiðrinum.
Í hesum sambandi handaði pápi Eyðvør, Eyðun Klakstein, dóttrini ein gávukekk frá HAPS á 1000 krónur, umframt eina glasstandmynd, sum Betri hevur latið.
Eyðvør vann eisini heiðurin fyri juni/juli, og sigast má at hon og liðfelagarnir úr KÍ hava havt eitt sera gott kappingarár, har tær longu hava tryggjað sær FM heitið. Sjálv hevur Eyðvør skorað 19 mál í 19 dystum, sum má sigast at vera framúr hagtøl.
Í sjálvum dystinum hildu Eyðvør og KÍ fram í sama stíli við 3-0 sigrii, og aftur leygardagin kom Eyðvør á máltalvuna, tá hon legði KÍ á odda tíðliga í seinna hálvleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald