Fótbóltur

United víðari uttan trupulleikar

Liðið hjá Solskjær vann 3-0 á Wayne Rooney og Derby. Odion Ighalo sló til tvær ferðir fyri United á Pride Park, og nú eru øll átta liðini funnin til fjórðingsfinalurnar.

Rooney spældi í 13 ár fyri United. Her sæst hann saman við gamla liðfelaganum Juan Mata - teir vóru liðformenn í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Rooney spældi í 13 ár fyri United. Her sæst hann saman við gamla liðfelaganum Juan Mata - teir vóru liðformenn í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2020-03-06 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið varð seinasta áttandapartsfinalan í FA Cup leikt. Derby tók á Pride Park móti Manchester. Liðið liggur á 13. plássið í The Championship, og hevur Wayne Rooney sum liðformann.

Mest skorandi United-leikarin nakrantíð spældi væl á miðvællinum, og 34-ára gamli leikarin, sum fekk eitt gult kort, vísti, at hann framvegis hevur nakað eftir í tanganum. Hann varð fagnaður av United-fjepparum undir dystinum og eftir dystin. Rooyney hevði nógvar góðar atgerðir og onkrar vandamiklar atsóknir, men málini í gjárkvøldið stóðu Luke Shaw og Odion Ighalo fyri. Nigerianski áleyparin skoraði tvær ferðir, og hevur nú skoraði trý mál í teimum báðum dystunum, ið hann er byrjaður inni fyri sítt nýggja felag.

[object Object]
Rooney var lívligur móti felagnum, ið hann umboðaði í 13 ár (Mynd: EPA)

[object Object]
Ighalo hevur aftur skorað fyri United (Mynd: EPA)

United var uttan De Gea, Wan-Bissaka, Maguire, James og Martial, men annars í tí sum nú er sterkasta uppstillingin. Teir sum vóru ístaðin fyri hesar fimm vóru ikki ungir og óroyndir leikarar, men menn sum Baily og Mata. Tað er týðiligt, at Solskjær ikki leggur lítið í FA Cup, og hetta var dystur nummar níggju á rað uttan ósigur hjá United. Hetta tíðarskeiði hevur liðið vunnið sjey dystir - í ongum av teimum dystunum er mál farið inn. 

Sunnudagin er Manchester-uppgerð á skránni, so tá koma góðu hagtølini hjá United í seinastuni í vanda.

FA Cup 1/8-finalurnar (5. umfar):
Hósdagin 05.03:
Derby - Manchester United 0-3 (0-2)
33' Luke Shaw 0-1
41' Odion Ighalo 0-2
70' Odion Ighalo 0-3

Mikudagin 04.03:
Leicester - Birmingham 1-0 (0-0)
82' Ricardo Pereira 1-0

Sheffield Wednesday - Manchester City 0-1 (0-0)
53' Sergio Aguero
           
Tottenham - Norwich 1-1 (3-4 eftir brotssparkskapping)
13' Jan Verthongen 1-0
78' Josip Drmic 1-1

Les eisini: Brotssparkskapping og rok á Tottenham Hotspur-leikvøllinum

Týsdagin 03.03: 
Chelsea - Liverpool 2-0 (1-0)
13' Willian 1-0
64' Ross Barkley 2-0

Les eisini: Enn ein ósigur til Liverpool

Reading - Sheffield United 1-2 (eftir longda leiktíð) 
2' David McGoldrick 0-1
43' George Puscas 1-1
105' Billy Sharp 1-2
          
West Bromwich - Newcaslte 2-3 (0-2)
33' Miguel Almiron 0-1
45' Miguel Almiron 0-2
47' Valentino Lazaro 0-3
74' Matt Phillips 1-3 
90' Kenneth Zohore 2-3

Mánadagin 02.03:
Portsmouth - Arsenal 0-2 (0-1)
45' (+4) Sokratis 0-1
51' Eddie Nketiah 0-2

Fjórðingsfinalurnar (20-23 mars):

Sheffield United - Arsenal
Newcastle United - Manchester City
Norwich City - Derby County/Manchester United
Leicester City - Chelsea


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder